Kongsberg: Minnir um eitt yvirgangsálop

Maðurin, sum er handtikin, er ein 37 ára gamal danskur statsborgari, sum býr í Noregi og sum trygdartænastan hjá norsku løgregluni hevði á sínum radara frammanundan.

Sveinur Tróndarson
14. oktober 2021 kl. 14:15

- Í øllum førum onkur, helst øll eru dripin eftir at løgreglan fyrstu ferð hevði samband við mannin klokkan 18:18 í gjárkvøldið.

Tað segði Ole Bredrup Sæverud, politimeistari, á tíðindafundi um málið fyrrapartin.

Tað var klokkan 18:13, at løgreglan í norska býnum fekk fráboðan um, at ein maður skeyt frá hond við boga og píli, og bara fimm minuttir seinni hevði løgreglan so samband við mannin.

Hetta fekk hann sambært løgregluni tó ikki at steðga álopunum, tí kanningarnar higartil vísa, at tey sum eru dripin, øgiliga sannlíkt eru dripin eftir at løgreglan hevði tosað við mannin.

Hann slapp at ganga leysur í býnum í Kongsberg í ein góðan hálvan tíma, tí hann varð handtikin klokkan 18:47, sigur norska løgreglan.

Tá hevði hann dripið fimm fólk, fýra kvinnur og ein mann, sum øll eru í aldrinum 50 til 70 ár, og sært fleiri onnur.

Norskir miðlar vita at talan er um ein 37 ára gamlan, sum er føddur og altíð hevur búð í Noregi, men hann er kortini danskur statsborgara. Hann hevur havt samband við løgregluna áður, tí sambært VG hevur hann fingið forboð ímóti – tilhald – at seta seg í samband við pápa sín, tí hann í fjør hótti við at drepa hann. Eisini veit norski netmiðilin at siga frá, at løgreglan var úti eftir manninum síðsta summar.

Politimeistarin í Kongsberg váttar, at løgreglan hevur havt samband við mannin, men leggur eisini afturat, at man onga fráboðan hevur fingið um hann í 2021. Tá var spurningurin um radikalisering frammi, og tí velur norska løgreglan at kanna, um hetta álopið kann hava nakað við radikalisering at gera.

Málið verður í løtuni kannað sum eitt yvirgangsálop, men enn sum í gjár arbeiðir løgreglan eftir tí tesu, at maðurin arbeiddi einsamallur.

Ole Bredrup Sæverud, politimeistari, greiddi í dag miðlunum frá, at talan er um ein mann, sum er konverteraður til islam.

Spurdur um álopið var religiøst motiverað, svaraði hann.

- Vit vita enn einki um motiv, men vit fara sjálvandi at seta hasar spurningarnar, segði hann.