Kongahúsið: Støðan hjá Heindrikki er versnað

Síðan fríggjamorgun hevur danska kongafamiljan vitjað Heindrik prins fleri ferðir á Ríkissjúkrahúsinum, har hann er...

Alda Nielsdóttir
10. februar 2018 kl. 11:50

Síðan fríggjamorgun hevur danska kongafamiljan vitjað Heindrik prins fleri ferðir á Ríkissjúkrahúsinum, har hann er innlagdur við álvarsamari sjúku.

Fríggjakvøldið kom Frederik krúnprinsur aftur úr Suðurkorea, har hann hevði verið í samband við olympisku vetrarleikunum. Sama kvøldið var hann at síggja við Ríkissjúkrahúsinum. Leygarmorgunin fór Joachim prinsur sambært Ekstra Bladet og BT, fyri aðru ferð innan eitt døgn inn á Ríkissjúkrahúsið, hesuferð saman við Felix prinsi og Nikolai prinsi.

Í stuttum tíðindaskrivi fríggjamorgunin boðaði kongahúsið frá, at støðan hjá Heindrikki prinsi er vorðin nógv verri, og Frederik krúnprinsur hevði av tí orsøk gjørt av at koma tíðliga heim úr Suðurkorea.

Heindrik prinsur varð innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum 28. januar aftaná hann hevði verið á ferð í Egyptalandi, har hann var vorðin sjúkur. Fáar dagar seinni boðaði kongahúsið frá, at har var funnin ein góðkynjaður svullur í vinstra lungu hjá Heindrikki, og at hann varð settur í viðgerð fyri lungaígerð.

Enn veit man ikki so nógv meira um støðuna hjá prinsinum, men sambært søgufrøðingi Lars Hovbakke Sørensen, er støðan rættiliga álvarsom.

Tað er rættiliga óvanligt, sigur hann við Berlingske um heimferðina hjá Frederik krúnprinsi. Man biður hann ikki koma heim fyri einki. Tað ger man bert um støðan er sera álvarsom, tað er ikki vanligt at man ger tað.

Fríggjadag seinnapart segði beiggi Heindrik, Etienne de Monpezat, at tey sita bara og bíða eftir at fáa meira at vita. Hann veit, at beiggi hansara ikki hevur tað gott, og tað sær út til at vera ein spurningur um vikur. 

Tíðliga fríggjadagin segði hann við BT, at hann enn ikki var á veg til Danmarkar.