Liverpool verjuleikarin, Ibrahima Konate, má sita á síðulinjuni komandi tíðina.
Ibrahima Konate hevur fingið ein skaða í baklærið og fer tí ikki at vera at síggja á vøllinum í upp til tríggjar vikur. Tað boðar Paul Joyce frá í The Times í dag.
Franskmaðurin fer at missa dystirnar í móti Wolves, Everton, Newcastle og kanska Champions League dystin í móti Real Madrid. Hin verjuleikarin, Virgil Van Dijk, er eisini úti við skaða og verður heldur ikki á vøllinum komandi tríggjar vikurnar.
Hinir báðir miðverjarnir hjá Liverpool, Joe Gomez og Joel Matip, hava eina drúgva søgu við skaðum. Tí er tað ikki óhugsandi at Nat Phillips ella Rhys Williams skulu skjótt aftur á vøllin fyri besta liðið.