Kommunusamanlegging er størsta málið í komandi valskeiði

Kommunuval 2024: Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
26. mai 2024 kl. 16:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- Eg frøist um, og eri errin av, at tað eydnaðist at gera risa stóra útstykking, at tað er settur sjøtil á at byggja nýggjan barnagarð og at flakavirkið aftur er ogn hjá Sands kommunu – íløgur, sum eru alneyðugar, nú vit eru vorðin ein samanrunnin partur av meginøkinum


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- At kloakkviðurskiftini ikki komu nærri eini endaligari loysn.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Samanlegging við størri og sterkari kommunueind.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Nei.