Kommunurnar skulu fáa allar inntøkurnar

Uppskot um tað verður væntandi lagt fyri Løgtingið í vár

Gjógv er ein bygd har hús standa tóm
Áki Bertholdsen
14. november 2024 kl. 11:43

Tá ið bústaðir verða leigaðir út, skal øll skattainntøkan av tí fella til kommununa har bústaðurin er - og ikki til kommununa har eigarin er skrásettur at búgva.

Tað er endamálið við einum uppskoti, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, ætlar at leggja fyri Løgtingið í vár.

Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn hevur spurt Ruth Vang um hesi viðurskiftini

Hon vísir á, at tað er ofta, at hús standa tóm og at kommunan, har húsini eru, fær onga inntøku av tí, hóast hon hevur ymsar útreiðslur av húsunum.

Fyri tær kommunur, har færri og færri búgva fast í húsunum í bygdunum, kann tað heilt víst hava stóran týdning at skattaskipanin verður broytt soleiðis, at skattur av húsaleigu fellur til ta kommununa, har húsið stendur, sigur hon.

Ruth vang sigur, at sum lógin er nú verður skatturin frá húsaleigu, sum er gjørdur upp eftir vanligu skipanini, býttur ímillum kommununa har bústaðurin er, og landið, har 45 prosent  fara til kommununa og 55 prosent fara til landskassan.

Tá ið talan er um at gera húsaleigu upp við roknskapi, mugu fólk sjálvi siga Taks frá, at ognin ikki er í bústaðarkommununi, til dømis við at upplýsa matrikkulnummar.

Verður hetta upplýst, kann Taks syrgja fyri at skatturin fer til kommununa har bústaðurin er.

Annars arbeiðir Fíggjarmálaráðið í løtuni við at gera eina lóg, sum tryggjar, at allur skatturin av húsaleigu fer til kommununa, har húsið stendur.

Eftir ætlan verður uppskotið lagt fyri Løgtingið áðrenn Løgtingið fer í summarfrí seinast í apríl, ella fyrst í mai, sigur Ruth Vang.