Seinnapartin í dag fer Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri fyri Runavíkar kommunu at seta sína undirskrift undir eitt skjal, ið bindir skúlarnar í kommununi til at rinda eina ávísa upphædd fyri øll ljósavrit, sum verða tikin á skúlunum til undirvísingarbrúk.
Pengarnir skulu koma rithøvundanum, ið eiga tekstin, ið verður markfaldaður, til góðar.
Avtalan millum Tórbjørn Jacobsen og Atla Petersen, formann í Fjølriti, verður undirskrivað í lítla skúlanum inni í Skálafirði, sum ikki verður brúktur til undirvísing longur.
- Tað hevur ómetaligan týdning, at tey, ið fáast við føroyska málið, hava umstøður at virka, og tí haldi eg, at kommunurnar eiga eina uppgávu at vera við at lyfta hetta týdningarmikla mál, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Runavík gongur á odda
Talan er um ein sáttmála, sum Fjølrit í eina tíð hevur roynt at fingið við kommunurnar gjøgnum Kommunufelagið. Full semja er, sum skilst, ikki í kommunufelagnum, og tað liggur nú hjá einstøku kommununum, um tær vilja vera við.
Runavíkar kommuna er ikki tann fyrsta kommunan, sum skrivar undir. Tað gjørdi Fugloyar kommuna, men av tí at Fugloyar kommuna ikki hevur skúlabørn, so hevur tann avtalan ikki praktiskan týdning fyri Fjølrit.
Størri týdning hevur tað nú landsins triðstørsta kommuna við millum 500 og 600 næmingum gera slíka avtalu.
Vónin hjá Fjølrit er, at avtalan, sum tey í dag gera í Skálafirði fer at eggja øðrum kommunum til at vera við.
Setti gongd á sum mentamálaráðharri
Fyri borgarstjóran í Runavík er tað eisini onkurvegna ein leysur endi, sum nú verður knýttur, tí tað var Tórbjørn Jacobsen, sum í síni tíð sum mentamálaráðharri eitt stutt skifti setti ferð á at fáa eina føroyska lóg um upphavsrætt.
Men fyri Tobba sjálvan er tað eitt annað mál, sum hann setti ferð á, sum hann heldur ynskir at draga fram í hesum sambandi.
- Vit løgdu lunnar undir at fáa skipaða orðabókagerð í Føroyum, so at tað gjørdist lættari at leita sær til fremmandamál gjøgnum títt egna móðurmál. Síðan hava vit fingið hópin av orðabókum, og kunnu brúka føroysk orð til at finna fram enskar, týskar, spanskar, franskar og russiskar glosur.
- Her er gjørt eitt ómetaliga stórt arbeiði av nøkrum eldsálum, sum hava fingið møguleika fyri at gera tað. Høvdu hesar eldsálir ikki gjørt tað, hevði mál okkara verið í vanda at enda millum tey nógvu av heimsins málum, ið fara fyri bakka.
- Tað er tí, at tað er so ómetaliga virðismikið arbeiði, sum hesi fólk gera. Hetta arbeiði er neyðugt fyri at tú og eg kunnu eiga eitt móðurmál at geva víðari til komandi ættarlið, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Fast gjald fyri hvønn næming
Og tað leiðir víðari til tey, sum arbeiða við málinum. Fyri at teimum kann vera lív lagað, so skulu tey eisini fáa goldið fyri tað, sum verður brúkt, heldur borgarstjórin.
Og tað er tí, at Runavíkar kommuna nú bindir seg til at rinda fyri ljósritini, sum verða tikin til skúlabrúks.
Standardavtalan, sum Fjølrit hevur gjørt við Kommunufelagið, inniber, at kommunurnar rinda eitt fast gjald fyri hvønn næming, og so er ikki mark fyri, hvussu nógv avrit kunnu verða tikin.
Prísurin í hesi avtaluni, sum er galdandi í tvey ár, er 200 krónur pr. næming. Afturfyri skal skúlin upplýsa hvør rithøvundur tað er, sum verður avritaður.
- Hetta hava vit valt at gera, so at pengarnir kunnu koma til rætta viðkomandi, sigur Helle Thede Johansen, nevndarlimur í Fjølrig.
Fyrr hevur tað verið so, at pengarnir til Fjølrit eru farnir í ein grunn, sum limirnir so hava kunnað søkt. Limir í Fjølrit eru hesi feløg: Rithøvundafelagið, Felagið Føroysk Tónaskøld, Føroyskir Yrkisfotografar, Føroysk Bókaforløg, Føroysk Miðlafólk og Føroysk Myndlistafólk.
Fjølrit hevur ligið meira ella minni í dvala í nøkur ár eftir at ógreiða hevur verið í lógargrundarlagnum.
Beinleiðis til upprætthavararnar
Fjølrit varð sett á stovn í 1992 sum avloysari fyri Ljósritagrunnin frá 1989, og virkaði sambært avtalu gjørd við Mentamálaráðið, ið var í gildi fram til 2013.
1. januar 2010 varð upphavsrættur yvirtikin sum føroyskt málsøki, og nýggjar kunngerðir skuldu gerast fyri virkið hjá grunninum Fjølrit. Men núverandi lóg um upphavsrætt kom ikki í gildi fyrr enn 30. apríl 2015.
Tað gekk hereftir rúm tíð áðrenn nýggj avtala kundi gerast millum Fjølrit og Mentamálaráðið, sum kom í gildi í august í fjør.
Við tað at viðurløgini nú skulu sendast beinleiðis til upphavsrætthavararnar, og tí mátti fólk setast í fulltíðarstarv at umsita økið.
1. apríl varð Heidi Durhuus sett sum umsitari, og nú er verður so avtala gjørd við fyrstu kommununa, sum fer at rinda fyri brúk av tilfari hjá limunum.