Tað er neyðugt at leggja landið saman í størri kommunur. Tað sigur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, nú Løgtingið umrøður ólavsøkurøðuna hjá Løgmanni.
Í hesum sambandi staðfesti Johan Dahl, at skulu vit tosa um at fáa haldførið í búskapin, verður neyðugt at fáa skil á fíggjarstýringina.
Og tað merkir, at vit mugu eina felags skipan fyri bæði landskassan og kommunurnar fyri at samskipa fíggjarpolitikkin hjá øllum tí almenna geiranum. og fyri at hava amboð til at stýra fíggjarpolitikkinum hjá landskassanum og kommunum í felag
Í hesum sambandi heldur Johan Dahl eisini, at landið skal leggjast saman í færri kommunur. Hann sigur, at er neyðugt at gera tað fyri at tað skal vera lættari at stýra.
Og hann heldur, at Løgtingið skal tora at leggja kommunur saman við lóg, hóast fólkið í kommunum atkvøða ímóti samanlegging.
Hann heldur, at tað er ókunnleiki, sum fær fólk at vera ímóti kommunusamanlegging og tí eigur Løgtingið at tora at leggja kommunurnar saman.