Kommunulæknin á Tvøroyri flytur nú til Vágs

Nú eru tveir kommunulæknar í føstum starvi í Vági - og eingin á Tvøroyri

Nú verða tveir læknar í føstum starvi í heilsumiðstøðini í Vági
Áki Bertholdsen
17. mai 2024 kl. 22:36

Heilsutrygd hevur nú søkt eftir tilsamans sjey kommunulæknum kring landið. Í hesum sambandi verður eisini søkt eftir tveimum læknum til viðtaluna á Tvøroyri.

Har eru tvey størv og í mars í fjør varð Davið Guðnason settur í fast starv har, og so varð hitt starvið røkt við avloysarum.

Men hann fór í farloyvi um ársskiftið í eitt hálvt ár. Sostatt flytur hann nú suðuraftur - men hann hevur søkt um at verða fluttur til Vágs, so tá ið hann byrjar aftur tann 1. juni, verður tað í Heilsumiðstøðini í Vági.

Í Vági eru eisini tvey størv, men har hevur Dorrit Bech Joensen verið einsamøll í starvi í langsamiliga tíð. 

Nú Dávið Gudnason eisini verður settur í starv í Vági, verða tveir kommunulæknar í føstum starvi á Heilsumiðstøðini í Vági.

Síðani hann fór í farloyvi, hava størvini á Tvøroyri verið røkt av avloysarum. Tey hava havt eitt rættiliga støðugt lið av avloysarum og tað merkir, at í stóran mun eru tað teir somu avloysararnir, sum skiftast um at koma aftur.

Men endamálið er at at fáa tveir læknar í fast starv á Tvøroyri og tí verður nú søkt eftir tveimum læknum til viðtaluna á Tvøroyri. 

Í aðrari viðtaluni á Tvøroyri eru umleið 1.170 fólk og í hinari viðtaluni eru umleið 1.420 fólk. 

Ein læknaskrivari er í starvi í aðrari viðtaluni og í hinari viðtaluni er ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein læknaskrivari í starvi.

Tilsamans eru umleið 4.570 í Suðuroyar læknadømi, og nú eru tveir læknar í føstum starvi - og teir eru báðir í Vági.

Í aðrari viðtaluni í Vági er ein heilsurøktari, sum eisini er læknaskrivari, og í hinari viðtaluni er eisini ein heilsurøktari, sum eisini er læknaskrivari. Í Heilsumiðstøðini í Vági arbeiðir somuleiðis ein sjúkrarøktarfrøðingur sum eisini hevur ískoytisútbúgving í diabetis og í at røkta sár.