Kommunala eftirlitið kann einki gera

Velur ein kommuna eitt dýrari tilboð fram um eitt bíligari við at taka lokalpolitisk atlit, so eru atlitini ikki saklig

Georg L. Petersen
4. januar 2017 kl. 14:58

Velur ein kommuna eitt dýrari tilboð fram um eitt bíligari við at taka lokalpolitisk atlit, so eru atlitini ikki saklig, og kommunala eftirlitið kann koma upp í leikin. Men eftirlitið kann einki gera við, at kommunur velja lokalar fyritøkur út, sum sleppa at bjóða – tá verður bólturin skotin víðari

- Vit fáa einki gjørt, tá talan er um innbodna lisitatión og mannagongdirnar tá verða fylgdar. Men spurningurin er, um landið ikki kann seta kommunum somu treytir sum tær landið setir sær sjálvum um útboð, sigur Hilmar Høgenni, leiðari á Kommunala eftirlitinum.

Landsmyndugleikarnir fáa einki gjørt við politikkin hjá Tórshavnar Kommunu og Klaksvíkar Kommunu, um bert at bjóða arbeiði í kommununum út til útvaldar fyritøkur innanfyri kommunumark.

Tað finst eingin áseting sum forðar fyri hesum, ið er vorðin politikkur hjá størstu kommunum í landinum – tær hava blómandi handverksfyritøkur innan kommunumark, meðan tær í restini av landinum mugu liva av molunum og tí, sum Landsverk bjóðar út.

Hilmar Høgenni sigur, at spurningurin hevur verið umrøddur áður, men niðurstøðan var, at einki var at gera við innbodnu lisitatiónirnar.

Støðan er ein onnur, um eitt arbeiði fer í frítt útboð, har allar fyritøkur í landinum sleppa at bjóða, og at kommunurnar síðan velja tær lokalu burturúr, hóast tær ikki átti lægsta boð.

- Tað hevði verið brot á ásetingina um, at kommunurnar skulu umsita sínar ognir skynsamt. Hetta er eitt rúmligt hugtak, men tílíkt hevði heilt greitt verið ólógligt, sigur Hilmar Høgenni.

 

Ongar ásetingar

Tað einasta kommunala eftirlitið kann gera í hesum føri er at vísa víðari, tí talan so gerst um eitt vinnumál – og tey hoyra heima í uttanríkis- og vinnumálaráðnum og eru ásett í løgtingslóg um útbjóðing. Og hon setir ongar forðingar fyri bert at bjóða lokalum fyritøkum við.

Í grein 2 stk. 3 stendur, at “Almenn útbjóðing verður lýst í bløðunum ella á líknandi hátt uttan nakra avmarking av, hvør ið kann bjóða.”

Men eru útvaldir partar bodnir við, stendur bara hetta í grein 2, stk. 4: “Er útbjóðingin bundin (ikki almenn) verður áheitan um at bjóða send beinleiðis og bert til teir, ið ein ynskir at fáa boð frá.”

Ásetingarnar í lógini greiða meira frá hvørjir formalitetir eru galdandi, at tað ikki má pilkast við útbjóðingartilfarið, eftir at tað er latið inn, og so framvegis.

 

MYNDATEKSTUR:

Hilmar Høgenni, leiðari á Kommuna eftirlitinum

Savnsmynd