Komin í andróður av føroyskum laksi

Kendi bretski sjónvarpskokkurin, Rick Stein, er komin í andróður, eftir at tað er komið undan kavi, at felag hansara hevur selt føroyskan laks sum villan laks úr Onglandi

Steinar Patursson
16. apríl 2021 kl. 10:25

Millum virksemið hjá Rick Stein er eisini handil á netinum, har hann selur ymsar matvørur undir egnari branding. Millum matvørurnar er eisini royktur laksur.

Trupulleikin hevur verið, at vørulýsingin av laksinum kundi geva keyparanum ta fatan, at talan var um villan laks úr tveimum áum í Glouchestershire í Onglandi – men tað var tað ikki, sigur BBC.

Eftir áheitan frá Don Staniford frá Scottish Salmon Watch var felagið hjá Rick Stein noytt at ásanna, at talan var ikki um bretskan laks frá áunum Severn og Wye, men um aldan laks úr Føroyum.

- Tey góvu fólki ta fatan, at hetta var villur laksur tikin úr enskum áum, sigur Don Staniford við BBC.

- Hetta er 100 prosent framleiðsla úr aldum laksi.

Eitt umboð fyri felagið hjá Rick Stein sigur við BBC, at avgjørt varð at nýta vørulýsingina hjá veitaranum Severn & Wye Smokery, tí hildið varð, at vørulýsingin var neyv og góð.

«Severn & Wye Smokery er við útjaðaran á kongliga skóginum Dean, ið liggur millum tvær av mest høgt virdu laksaáum í Onglandi.

Tað er har at tey eftir gomlum siði einans roykja kjøt og fisk av hægstu góðsku.», stóð at lesa í upprunaligu vørulýsingini frá Severn & Wye Smokery.

Vørulýsingin er nú broytt bæði á sølubúðini hjá Rick Stein og á heimasíðuni hjá Severn & Wye. Vørulýsingin sigur nú, at laksurin kemur frá tveimum alibrúkum í Føroyum.

Richard Cook frá Severn & Wye Smokery sigur við BBC, at upprunaliga vørulýsingin á heimasíðuni vísti til staðið, har roykivirki teirra er í Glouchestershire, og sum søguliga er millum tvær at týdningarmiklastu laksaáum í Onglandi.

Eitt umboð fyri býráðið í Cornwall, har felagið hjá Rick Stein er skrásett, váttar fyri BBC at hava móttikið eina klagu um laksin. Vørulýsingin er kortini broytt nú, sigur umboðið og vísir á, at hóast laksurin er tikin í Føroyum, verður hann royktur í Glouchestershire.