Men Guðs hond er sterk er heitið á komandi heildarútgávuni hjá tungmálmsbólkinum Hamferð. Tekstirnir á útgávuni byggja á syrgiligar hendingar, sum fáa íblástur frá skaðagrindini í Sandvík í 1915.
Tungmálmsmiðlin, Metal Temple, hevur fingið høvi at ummæla útgávuna, áðrenn hon er komin út, og ummælarin, Dave Campbell, letur sera væl at útgávuni.
- Tað er týðiligt, at øll aspektir av útgávuni eru væl gjøgnumhugsað, fyri at tryggja, at tema og tónleikur fullgerða hvørt annað, sigur ummælarin millum annað. Les alt ummælið her.
Nýggja útgávan hjá Hamferð kemur á marknaðin 22. mars. Tvey stakløg, "Ábær" og "Hvølja", eru longu komin út: