Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, hevur amerikanski kavbáturin, USS Albany, kós ímóti Føroyum og beint eftir døgurða leggur hann at á Oyrarreingjum. Hann verður liggjandi her til mikudagin tá ið hann fer av stað aftur.
USS Albany er ein kjarnorkurikin kavbátur og tí eru ymisk tiltøk sett í verk, eitt nú eru mátar, sum máta um nøkur geislavirkin evni eru við kavbátin.
Uttanríkisráðið sigur, at báturin hevur fingið loyvi at koma til Føroya - men tey siga einki um, hvørji ørindi hann hevur her.
Uttanríkisráðið sigur, at fremsta endamálið er at geva manningini høvi til at hvíla seg í nakrar dagar.
Men nú tey eru her, nýta tey eisini høvi til at sleppa av við tað burturkast, sum tey hava umborð, umframt at tey skulu hava ymsar aðrar vanligar tænastur, skip fáa tá ið tey koma til lands.