Koma til Føroya at hava landsfund

Í Føroyum fara tey at seta politisku kósina út í kortið - og ein skemtiligur fótbóltsdystur

Anna Falkenberg, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Samandsflokkinum, og Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra
Áki Bertholdsen
13. august 2024 kl. 12:24

Hósdagin koma politikarar úr Vinstra í Danmark til Føroya at halda summarfund, og hann verður hósdagin til leygardagin.

Tey siga í eini fráboðan, at tað er føroyski fólkatingskvinnan, Anna Falkenberg er vertur fyri vitjanini.

Tað er vanligt hjá donsku flokkunum á Fólkatingi at hava ein tingbólkafund um summarið, áðrenn eitt nýtt fólkatingsár byrjar. Og í ár hevur Vinstri gjørt av at halda tingbólkafundin í Føroyum.

Anna Falkenberg er í tingbólkinum hjá Vinstra, og hon er eisini vertur fyri vitjanini - og allur tingbólkurin kemur við til Føroya, eisini ráðharrarnir.

Vinstri hevur tvær ferðir áður hildið tingbólkafund í Føroyum. Fyrstu ferð var í 1992, tá Uffe Ellemann-Jensen var formaður. Í 2009 var flokkurin aftur í Føroyum, og tá var Lars Løkke Rasmussen formaður.

Í dag er Troels Lund Poulsen formaður, og hann verður eisini við á ferðini. Umframt at viðgera politisku støðuna, og at seta kósini næsta fólkatingsár, verða stundir eisini at vitja støð í Føroyum, og at kunna seg betur um føroysk viðurskiftir.

Somuleiðis verðir eisini ein fótbóltsdystur ímillum Vinstra og Sambandsflokkin. Anna Falkenberg sigur í tíðindaskrivi um føroyaferðina, at báðir partar hava fyrireikað seg væl til dystin. Í 2009 var Sambandsflokkurin omaná, tá flokkarnir brustu saman í einum dysti í Gundadali.

Hesa ferð verður so høvi at síggja Troels Lund Poulsen, ið sigst at vera ein góður spælari, Søren Gade, Thomas Danielsen og aðrar politikarar hjá Vinstra dystast við Bárð á Steig Nielsen, Helga Abrahamsen, Annu Falkenberg og onnur.