Hósdagin 22. september kl. 19:45 (føroyska tíð) spælir A-landsliðið við monnum UEFA Nations League dyst á útivølli móti Litava. Dysturin verður á LFF Stadion í litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius.
Í samband við dystin skipar FSF fyri serstøkum fjepparatúri. Flogið verður beinleiðis úr Vágum til Vilnius sunnudagin 18. september klokkan 20:40.
Túrurin verður gjørdur í samstarvi við Atlantic Airways, og í løtuni verður kannað, hvørt tað er møguligt at broyta fráferðina til mánamorgunin 19. september.
Heimferðin er dagin eftir dystin, fríggjadagin 23. september kl. 08:25.
Í Vilnius býr føroyska ferðalagið á Radisson Blu Royal Astorija Hotel, ið er eitt 5-stjørna gistingarhús, sum liggur í hjartanum av gamla býarpartinum í litaviska høvuðsstaðnum.
Kostnaðurin fyri túrin er 8.450 kr. Íroknað prísin er flogferð og ferðaavgjøld, gisting í tvíkamari, morgunmatur á hotellinum, bussflutningur og atgongumerki til landsdystin. Eykagjald fyri einakamar er 1.900 kr.
Ferðaskráin
18. sept. kl. 20:40 Vágar–Vilnius (kann verða broytt til mánamorgunin 19. sept.)
22. sept. kl. 21:45 Litava – Føroyar á LFF Stadion
23. sept. kl. 08:25 Vilnius–Vágar
Sølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.