Ein av størstu narkobarónunum í Kolumbia bleiv í gjár dømdur 45 ára ára fongsulsrevsing í USA.
51 ára gamli Dairo Antonio Úsuga, ið var leiðari í valdsmiklasta kriminella bandanum í Kolumbia – Clan del Golfo – í fleiri ár, játtaði seg sekan í ákærunum móti honum.
Dómurin varð sagdur í Brooklyn, New York.
Ákæruvaldið hevur nevnt Úsuga – sum er best kendur sum Otoniel – fyri vandamiklasta kolumbianska narkosmuglaran síðan Pablo Escobar.
Ákæruvaldið ynskti ein 45 ára fongsulsdóm til Úsuga. Ákæruvaldið hevur sagt, at hann stóð á odda fyri einum “hálvhernaðarligum yvirgangs-bólki” í næstan tvey áratíggju.
Samstundis bleiv dentur lagdur á, at hann noktaði at taka av møguleikanum at avtaka herlið gøgnum eina friðarrørslu, stýrd av kolumbiansku stjórnini.
- Hann gav ordrar um Dráp, pínsling og fólkarán av fíggindum og einstaklingum, ið hann helt samstarvaði við løgregluni.
- Ynski hjá ákærda um hevnd og vald kann ikki lýsast við orðum, ljóðar tað í ákæruritinum.
Advokatarnir hjá narkobaróninum fóru eftir eini fongsulsrevsing á hægst 25 ár.
Úsuga varð handtikin av kolumbianskum styrkjum nær markinum við Panama í oktober 2021. Landið lat hann til USA í mai 2022. Tað hendi treytað av, at hann ikki skuldi fáa ein lívsdóm.