Koltrolarin Dragaberg KG 118

Klaksvíkartrolarin Dragaberg var ein av fáu koltrolarunum, sum helt fram við fiskiskapi eftir at vera farin av landinum aftur. Flestallir vórðu seldir til upphøggingar

Óli Olsen
30. august 2019 kl. 12:57

Klaksvíkartrolarin Dragaberg var ein av fáu koltrolarunum, sum helt fram við fiskiskapi eftir at vera farin av landinum aftur. Flestallir vórðu seldir til upphøggingar.

21. mai 1946 keypti Kjølbro Dragaberg frá bretska herflotanum. Kingston Coral, ið hann upprunaliga æt, var smíðaður í 1930 í Beverley í Bretlandi, var 365 tons brutto og hevði 485 hesta guvumaskinu.

Kaj Johannesen førdi Dragaberg til 1948, tá ið hann fór at føra Sjúrðarberg, ið kom nýggjur til landið. Jóannes Joensen, Jóannes hjá Dáva, úr Klaksvík førdi síðani Dragaberg.

Levi Joensen, yngri bróðir skiparans, Jóannes, fór sum messudrongur við Dragabergi 8. august 1948. Hann sigur, at trolarin lá á Kósini í Klaksvík, fullur av koli, og at tað fleyt inn á dekkið.

Inni í skipinum var ein stórur eldur, segði Levi, tí at skipið hevði dampmaskinu. Hann hugdi niður í maskinrúmið og sá, hvussu blankt alt messingið var. Hann sá eisini fýrbøtararnar koma so svartar av fýrplássinum. 

Teir fóru eystur í Hvítahavið og fiskaðu skipið fult. Kol tóku teir í Hammerfest í Norðurnoregi. Har á bryggjuni stóð ein karrusel, ið teir fóru at royna. Men tað var so skjótt, at ein langstivli fór sendandi út millum fólkið, endaði Levi hjá Dáva við at siga.

Seint í 1954 varð Dragaberg seldur til Kristianssund í Noregi, men varðveitti navnið. Nøkur ár seinni fekk hann guvumaskinuna útskifta við ein 720 hesta alfa dieselmotor. Hann fekk eisini nýggja brúgv. Í 1961 fór hann á land sunnan fyri Føroyingahavnina í Grønlandi og varð vrak.

 

Óli Olsen kann røkkast á sandagota@gmail.com

 

Norðmenn áttu Dragaberg, tá ið hann í 1961 fór á land í Grønlandi og varð vrak (Mynd: Eddi Leyni)