Nú fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, at kalla allar flokkar saman at viðgera støðu Føroya í framtíðin.
Tað vóru boðini, hann hevði til Løgtingið í morgun.
Hervør Pálsdóttir, løgtingslimur fyri Tjóðveldi, tók málið um framtíð Føroya í Løgtinginum í morgun.
Hon sigur, at tað er avgerandi at vit fáa størri frælsi. Støða okkara er skorin út í papp nú vit ikki kunnu fáa limaskap í altjóða handilsfelagsskapinum, WTO, tí at karmarnir í ríkisfelagsskapinum eru ov trongir. Avleiðingin av tí er, at vit sleppa ikki undan at rinda høgan toll av okkara útflutningi til flest øll lond og tað er drepandi fyri okkara møguleikar at mennast.
Somuleiðis hava merkisverdu útsøgnirnar hjá næsta amerikanska forsetanum, Donaldi Trump, fingið allan heimin seta kikaran á ríkisfelagsskapin.
– Tí mugu vit í Løgtinginum seta okkum saman og finna eina semju um framtíð Føroya, heldur Hervør Pálsdóttir.
– Gera vit ikki tað, fer onkur annar at gera tað fyri okkum, og tað má ikki henda, legði hon afturat.
Løgmaður sigur, at tað verður í allarnærmastu framtíð, at hon fer at kalla forfólkini í øllum flokkum saman at viðgera støðuna. Fundurin verður kanska longu í næstu viku, ella í hvussu so er í hesum mánaðinum.
Endamálið er at finna semju ímillum allar flokkar á Løgtingi um, hvørja støðu, Føroyar skulu hava í ríkisfelagsskapinum og í altjóða samfelagnum.
– Málið er tað, vit hava viðgjørt í samstarvsráðnum ímillum Føroyar, Grønland og Danmark, og tað er, at vit skulu vera trý javntsett lond í einum felagsskapi.
Samstundis skulu vit hava ræðið á okkara egnu uttanríkisviðurskiftum.