KÍF Kappróður skrivar soleiðis:
KOLLFIRÐINGAR HAVA SKRIVA SØGU Í BRETLANDI
Hetta vikuskiftið, hevur verði kappast um bretsku meistaraheitini í inniróðri. British Open er ein hin kendasta kappingin og er høga luttøkutalið hareftir. Yvir 2000 luttakarar hava kappast í stóra hallarkompleksinum í Birmingham.
5 av okkara rógvarum hava luttikið og okkara Zoe Dickson sum í lestrartíðini rør fyri dansk studenters roklub.
Ikki kann sigast annað enn at tað hevur gingið út yvir øll mørk. Umframt fleiri persónlig met, so kemur ferðalagið aftur við heili 20 heiðursmerkjum, harav eru 12 meistaraheitir.
12 x gull
7 x silvur
1 x bronsu
Ein kensluborðin løta, at síggja KÍF - Kappróður flaggið veitra og fylgja tykkara stóru løtum í høllini. Vit eru øll somul rørd, glað og errin av tykkara flott úrslitum, Vár Guriardóttir, Sarita Kristina Hansen, Zoe Dickson, Nanna Schiller, Poula Christiansen og Vár Í Húsinum - HJARTALIGA TILLUKKU við flottu úrslitnum.
Ferðalagið lendur í Vágum mánadagin kl.17:25
MÓTTØKA - TÝSKVØLDIÐ 10 DES KL.19:30
- tað verður í kappróðarneystinum
ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN
KÍF - Kappróður