Koks, Roks og Ræst eru allar í Michelin Guide'ini 2022

Í gjár var hin heilt stóri dagurin í matstovuvinnuni í Norðurlondum, tá Michelin Guide’in 2022 fyri Norðurlond var almannakunngjørd. Millum tær 255 matstovurnar, sum eru nevndar í Michelin Guide’ini fyri Norðurlond, eru tríggjar føroyskar matstovur: Koks, Roks og Ræst.

(Mynd: Gustav Thuesen).
Kristian Waag Dam
5. juli 2022 kl. 14:13

Í gjár var hin heilt stóri dagurin í matstovuvinnuni í Norðurlondum, tá Michelin Guide’in 2022 fyri Norðurlond var almannakunngjørd.

Samanlagt eru 255 matstovur í Michelin Guide’ini fyri Norðurlond. Av teimum matstovunum hava 74 Michelin-stjørnur, 38 matstovur hava eina grøna Michelin-stjørnu og 32 matstovur hava fingið Bib Gourmand viðurkenning frá Michelin.

Millum hesar 255 matstovurnar, sum eru nevndar í Michelin Guide’ini fyri Norðurlond, eru tríggjar føroyskar matstovur: Koks, Roks og Ræst.

Tað hevur leingi verið ivasamt um, hvørt Koks fór at missa sínar Michelin-stjørnur, nú matstovan er flutt til Grønlands, men tað gjørdi hon ikki. Koks varðveitti sostatt báðar sínar Michelin-stjørnur og sína grøna stjørnu.

Sum nakað nýtt vóru systurmatstovurnar hjá Koks, Roks og Ræst, eisini nevndar í Michelin-Guide’ini. Hetta er fyrstu ferð, at tríggjar føroyskar matstovur eru nevndar í Michelin Guide’ini fyri Norðurlond.

Í løtuni heldur Koks til í Ilimanaq í Grønlandi. Matstovan opnaði tann 12. juni og hevur opið fram til 8. septembur. Eftir ætlan verður Koks eisini í Grønlandi komandi summar. Eftir ætlan skal Koks venda aftur til Føroyar í 2024.