Í gjár var stórt tiltak í finska høvuðsstaðnum, Helsinki, har tað varð avdúkað, hvørjar matstovur í Norðurlondum skuldi fáa Michelin-stjørnur í ár - og hvøjar matstovur skulu missa sínar stjørnur.
Og ein av teimum matstovunum, sum misti sínar stjørnur, er føroyska matstovan, Koks, sum hevur verið í Grønlandi seinastu árini.
Tað var stórhending, tá ið Koks fekk sína fyrstu Michelinstjørnu og tað var uppaftur størri hending tá ið matstovan fekk eina stjørnu afturat.
Men í gjár varð avdúkað, at at Koks hevur mist báðar sínar stjørnur.
Hetta er sjálvandi keðiligt, men eg eri ómetaliga stoltrur av okkara ferð, og okkara ótrúliga arbeiði, sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks, á Facebook.
Koks hevur verið Michelin matstova síðani 2019 og tað er ein vitnisburður um okkara eldhugað, sigur hann.
Kortini sigur hann, at hann skilur støðuna, tí Koks er við at lukkað í Grønlandi og hann góðtekur, at Michelin ikki letur eini matstovu, sum er í ferð við at lukka, eina stjørnu.
Hann leggur afturat, at hetta ger hann ikki minni stoltan av tí tey hava klárað og at tey fara at venda hesum vónbrotinum til at gera eitt miðvíst arbeiði fyri at gera hetta summarið til nakað heilt serligt.
Hann ynskir eisini matstovunum, sum hava fingið Michelinstjørnu, og teimum sum hava varðveitt sínar, hjartaliga til lukku og at teirra arbeiðið verður ein fyrimynd fyri tey á Koks.