KOKS: Bent legði lunnar undir stjørnunum

Tað er eingin, sum kennir til føroyska matstovuvinnu seinnu árini, ið ikki veit, at alt hetta við útlendskum ...

Turið Justinussen
19. februar 2019 kl. 21:12

Tað er eingin, sum kennir til føroyska matstovuvinnu seinnu árini, ið ikki veit, at alt hetta við útlendskum áhuga fyri føroyskum mati, borðreiddur á matstovu, stavar í ein ávísan mun frá Bent Christensen.

Hann kom av tilvild til Føroya í 2009, og bleiv bergtikin.

Bent eigur og rekur Den Danske Spiseguide, sum er eitt slag av ”lokalari” útgáva av Michelin bóklinginum, ið tó einki hevur við Michelin av gera. Hansara bóklingur ummælir og sigur frá og gevur virðislønir, og í 2009 vildi hann royna at eta eitt sindur í Føroyum og kanna, hvat gekk fyri seg her. Tað bleiv til nógvar rósur og onkrar virðislønir til føroyskar matstovur, og eftir tað, fingu onnur eisini eyguni upp fyri Føroyum, tá tað snúði seg um mat og matstovur.

Bent fegnast um, at KOKS nú hevur fingið, ikki bara eina, men tvær Michelin-stjørnur.

- Eg eri errin av at hava verið við til at lata upp fyri teimum gastronomisku gimsteinum, sum tit í Føroyum eiga og duga at borðreiða við, sigur Bent Christensen við dimma.fo.

Hann leggur afturat, at hann frøðist um, at lokalar eldsálir í Føroyum hava torað og tímað at blivið við, soleiðis at vit nú síggja, at alt gongur upp í eina hægri eind, við góðsku og upplivingum á breddanum.