Hugburðurin til alilaks er ikki tann sami millum kokkar í Íslandi, sum hann tykist at vera í Føroyum.
Herfyri tóku fleiri kokkar seg burtur úr íslendska kokkalandsliðnum, teirra millum ein av kendastu kokkunum í Íslandi, Sturla Birgisson, ið var fyrsti íslendingur at vinna sær luttøku á Bocuse d’Or, sum er heimsmeistaraskapurin fyri kokkar.
Orsøkin var, at felagsskapurin handan kokkalandsliðið hevði gjørt stuðulsavtalu við eina av størstu alifyritøkuna í Íslandi, Arnarlax, sum hevur høvuðssæti í Bíldudali á Vestfirðum.
Sturla, sum sjálvur er íðin laksafiskari, boðaði herfyri frá á Facebook-vanga sínum, at hann ikki kundi vera ein partur av íslendska kokkalandsliðnum, tá tað hevur ein stuðul, ið er við til at órógva íslendsku vistfrøðina.
Arnarlax alir laks í opnum nótum á sjónum. Men sum royndur laksafiskari hevur kendi kokkurin upplivað at fáa ein alilaks á fluguna, og slíkt er ikki tespiligt upplivilsi fyri ein frítíðarfiskara, skilst.
Á Facebook-vanga sínum greiðir hann frá, tá ein alilaksur beit á undir fisking í Vatnsdalsá.
”Fiskurin tók flugu og svam beint móti mær, og eftir 30 sekundum var stríðið av, og hann hann lat seg flóta til mín. Um hetta er tað, ið skal í okkara áir, so kunnu vit eins væl pakka saman”, skrivar Sturla Birgisson.
Í Íslandi er ein ávís mótstøða móti laksaalingini. Umhvørvisfelagsskapir vísa á, at laksaaling í opnum nótum eru ein hóttan móti villlaksinum. Alingin er eisini við til at dálka náttúruna, bæði við plasti og lívfrøðiligum burturkasti, og hetta er ein hóttan móti vistfrøðini, sigur eitt nú felagsskapurin Icelandic Wildlife Fund, sambært Iceland Magazine.
Sturla Birgisson ger greitt í viðmerking síni á Facebook, at hann ikki er ímóti laksaaling, men sigur at alingin skal fara fram í afturlatnum skipanum ella uppi á landi, so trygd fæst fyri, at laksur ikki sleppur út og kemur í bland við villini laks.
Sambært Iceland Magazine, tóku 14 íslendskir kokkar seg av landsliðnum í sambandi við at stuðulsavtalan varð gjørd.
Henda fráboðan førdi síðan við sær, at stuðulsavtalan millum íslendska kokkalandsliðið og Arnarlax varð tikin aftur.
Umboð fyri Arnarlax harmast um, at kokkarnir hava latið seg trýst av umhvørvisfelagsskapum við á henda hátt at venda sær móti íslendsku alivinnuni.
Hann hevur geitt frá fyri blaðnum Vísir, at einki var at hoyra frá kokkunum teir tveir mánaðirnir, meðan samráðingarnar um stuðulsavtalu fóru fram, og heldur ikki undan sjálvum undirskrivingarhaldinum, sum var 20. august, og har kokkalandsliðið var við til at gera matin.
Kokkarnir, ið hava tikið seg av liðnum, hava hinvegin greitt frá, at tey kendu onki til avtaluna fyrr enn hon var ein veruleiki.
Tey vísa á, at avtalan við stóru alifyritøkuna er í stríð við aðalmálið hjá kokkalandsliðnum, sum sigur, at tey einans skulu brúka rávørur, sum eru framleiddar í samljóð við náttúruna og á burðardyggan hátt.