Ongi úrslit

Koba heldur fram sum formaður í Samskifti

Nevndin í felagnum Samskifti hevur skipað seg, og undanfarni formaðurin heldur fram

industry.fo/KT og Samskifti
8. mai 2025 kl. 22:59

Á nevndarfundi týsdagin 29. apríl varð staðfest, at Michael Koba heldur fram sum formaður í vinnugreinafelagnum Samskifti. Michael starvast til dagligt hjá lýsingarfyritøkuni Kovboyfilm og hevur verið virkin partur av felagnum í mong ár. Hann varð valdur sum formaður fyri fyrstu ferð í fjør.

Tá ið felagið hevði aðalfund fyrst í apríl, valdi Tór Verland Johansen ikki at stilla upp aftur og er sostatt farin úr nevndini. Samskifti takkar honum fyri hansara íkast og góða arbeiði. Barbara Maria Lamhauge frá Sansum er nýggjur nevndarlimur, og hon er nýggj í felagsarbeiðinum.

Tey, sum manna nevndina, eru sostatt:

  • Michael Koba, Kovboyfilm

  • Rókur Jákupsson Jakobsen, Virka

  • Niels Uni Dam, Nudlavirkið

  • Barbara Maria Lamhauge, Sansir

Samskifti er felagið hjá føroyskum lýsingarfyritøkum. Samskifti arbeiðir fyri, at lýsingarfyritøkur skulu hava góðar og javnbjóðis treytir at virka undir. Felagið vil, at útboð eru gjøgnumskygd og væl úr hondum greidd.

Les meira um felagið her.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

17 tímar síðan

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29