Ongi úrslit

Knút við nýggjum staklagi

Knút er ein av royndu föroysku tónleikarunum. Hann hevur skrivað, framført og útgivið tónleik síðani aldarskiftið, og í dag - fríggjadagin 9. juli - kemur hansara fyrsta staklag í átta ár

Tíðindaskriv
9. juli 2021 kl. 12:20

Í vár var Knút Háberg Eysturstein í upptøkuhølinum og spældi inn sína fjórðu plátuútgávu saman við góðum fólkum. Fríggjadagin 9. juli verður fyrsta staklagið útgivið og kann hoyrast á øllum stroymingarpallum.

Lagið ber heitið ‘Villiniborg’ og er ein upplyftandi, lættur og inniligur sangur.

Hóast hetta er fyrsta staklagið av komandi heildarútgávuni, so var ‘Villiniborg’ síðsti sangurin, ið var skrivaður til komandi plátuna. Tá Knút var liðugur við hinar sangirnar, og stundin var komin at fara í upptøkuhølið, tók hann samanum sangúrvalið.

– Eg hevði allar sangirnar liggjandi á borðinum framman fyri mær. Meðan eg sat har og hugdi eftir øllum pappírslepunum, gjørdist mær greitt, at har manglaði eitt petti í puslispælinum. Eitt upplyftandi lag, sum kundi veita javnvág í mun til hini, og sum eisini kundi gerast fyrsta staklagið, sigur Knút Háberg Eysturstein.

Fræið til hetta lagið kom til mín fyri nógvum árum síðani, men orðini komu skjótt. Tað er ótrúligt at hugsa sær, at hetta hugskotið, sum hevur ligið í bakhøvdinum í so langa tíð, gjørdist síðsti liðurin í míni komandi plátu. Á ein hátt er tað ein forloysandi kensla. Viðhvørt krevst einans hin rætti samanhangurin til tess at gera hugskot til veruleika.”

Lyklaorð í nýggja tónleikinum hjá Knúti eru kveiking, felagsskapur, modernað, psykedeliskt, gospel, stórt, rúmligt, dynamiskt, intimt og hjartaligt. Knút heintar íblástur úr ymsum sjangrum og stílum í sannføringini um, at mest áhugaverdi tónleikurin kemur burturúr sameiningini av ymiskum íkasti.

Tónleikaliga yrkisleið hansara byrjaði um tað mundið, tá hann sum blaðungur í 2003 vann Prix Föroyar kappingina við rokkbólkinum Gestir. Síðani tá hevur Knút verið virkin við egnari tónleikaverkætlan umframt við í óteljandi bólkum. Nevnast kunnu Marius, Petur Pólson, AVE, Tuxedo Rebels, Konni Kass, Svartmálm og Hogni.

– Fyri meg hevur tónleikur altíð snúð seg um transendens. Tað hevur altíð verið mín útvegur, sigur Knút.

Staklagið kann hoyrast her.

Konsert

Í kvøld – fríggjakvøldið 9. juli – spælir Knút konsert í Sirkus í Vágsbotni saman við Daniu O. Tausen, ið júst hevur útgivið debutplátuna Gonguteigatúnatos (Tutl). Manningin á konsertini er hin sama sum á ‘Villiniborg’.

‘Villiniborg’ credits:

Tónleikarar:

Knút Háberg Eysturstein: sang, akkustiskan gittar, elektriskan gittar

Mattias Dimitris Kapnas: klaver, synthesizara

Svend Torleik Mortensen: bass

Per Ingvaldur Højgaard Petersen: trummur, ásláttur

Dorthea Højgaard Dam, Óluva Dam Ísheim, Jensia Højgaard Kjærbæk, Ingrid Højgaard Petersen, Jóhanna Sofía Petersen: kórrøddir

Orð og lag: Knút Háberg Eysturstein.

Framleiðari: Knút Háberg Eysturstein.

Co-framleiðari: Benjamin Petersen.

Lagt til rættis: Knút Háberg Eysturstein, Mattias Dimitris Kapnas, Svend Torleik Mortensen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen. Kórrøddir løgdu Dorthea Højgaard Dam, Óluva Dam Ísheim, Jensia Højgaard Kjærbæk, Ingrid Højgaard Petersen, Jóhanna Sofía Petersen, Knút Háberg Eysturstein, Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen til rættis.

Upptøkur: Benjamin Petersen í Rúmi 43, Hoydalar mars-apríl-mai 2021.

Miksing: Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen í Rúmi 43, Hoydalar og Stökumörk, Innan Glyvur í mai-juni 2021.

Mastering: Daniel Bacigalupi í Infrasonic Sound, Nashville í juni 2021.

Mynd: Bruno Mikael Eysturstein.

Hondskrift: Knút Háberg Eysturstein.

Sniðgeving: Uni Árting.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

Í gjár kl. 11:31