Knapt 54.550 fólk búðu í Føroyum 1. januar — vøksturin er 0,8%

Fólkatalið vaks við 450 persónum seinasta árið, og 1. januar búðu 54.545 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,8%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði

hagstova.fo
12. februar 2024 kl. 11:18

Fólkatalið veksur framvegis, men vøksturin minkar. Árliga broytingin fyri 2023 var 0,8%, og tað er annar mánaðurin á rað, at árliga broytingin hevur verið undir einum prosenti. Seinast, árliga broytingin var niðri á einum prosenti í longri tíð, var fyri 10 árum síðani. 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 162 og eini nettoflyting á 288 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at fólkavøksturin seinasta árið var minni enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Færri flyta

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa gongdina í til- og fráflytingini. Trendarnir í flytingunum vísa minking í bæði tilflyting og fráflyting. Tilflytingin er minkað meiri enn fráflytingin, og er nú á sama stigi sum í 2020. Samanlagt minkar hetta um nettoflytingina. Í tíðarskeiðnum frá 2017 til 2022 lá árliga nettoflytingin millum 400 og 500 fólk. Í 2023 var hon 288 fólk. 

Færri verða fødd og færri doyggja

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa minkingar í bæði føðitalinum og deyðatalinum seinastu tvey árini. Deyðatalið er minkað meir enn føðitalið, og samanlagt økir tað um burðaravlopið. Áðrenn stóru minkingina í burðaravlopinum, sum byrjaði fyri tveimum árinum síðani, lá burðaravlopið millum 200 og 300 børn. Í undanfarna tíðarskeiði var tað niðri á 146 børnum, og seinasta árið vaks tað upp á 162 børn. 

Lítil og ongin fólkavøkstur millum danskar ríkisborgarar

Tað eru fyrst og fremst aðrir enn danskir ríkisborgarar, sum hava staðið fyri fólkavøkstrinum í 2023 og 2022. Myndin niðanfyri vísir, at lítil og ongin fólkavøkstur hevur verið millum danskar ríkisborgarar í Føroyum seinastu tvey árini. Tað er ein stór broyting samanborið við árini frammanundan. 

Flestu kommunurnar vaksa

Hóast minkandi fólkavøkstur í landinum sum heild, so høvdu 18 av teimum 29 kommununum fólkavøkstur í 2023. Størsti vøkstur var í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar og Eysturkommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík, Saltangará, á Argjum og í Leirvík. Fólkatalið var óbroytt í tveimum og minkaði í níggju kommunum. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. januar 2023 og 2024. 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.