Knapt 29.600 starvsfólk í september — 0,8 prosent fleiri enn í fjør

Starvsfólkatalið veksur sum heild, men seinasta árið er vøksturin viknaður

hagstova.fo
16. oktober 2024 kl. 07:15

Tað vóru 231 fleiri starvsfólk í september í ár samanborið við í fjør.

Starvsfólkatalið veksur sum heild, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Hetta sæst serliga væl, um hugt verður eftir trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. Í september vóru 29.584 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 231 persónar, ella 0,8 prosent, fleiri enn september í fjør. 

 Størri vøkstur hjá kvinnum

Í september vóru knapt 15.100 menn og 14.500 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hjá kvinnum vóru 129, ella 0,9 prosent, fleiri samanborið við september í fjør. Hjá monnum var vøkstur á 0,7 prosent, ella 102 starvsfólk.  

 Aldursbólkurin 30-39 ár er størstur

Um hugt verður at tíggju ára aldursbólkum, var størsti aldursbólkurin í september tey starvsfólk, sum vóru millum 30 og 39 ár. Tey telja góð 20 prosent. Yvir 54 prosent av starvsfólkunum eru tó 40 ár ella eldri. 

 Tveir triðingar av starvsfólkunum búgva í Suðurstreymoyar- ella Eysturoyar øki

Landkortið vísir starvsfólkabýtið býtt millum øki. Býtið er rættiliga støðugt yvir tíð, og á leið tveir triðingar av starvsfólkunum búgva antin í Suðurstreymoyar- ella Eysturoyar øki. 

Meira útgreinaði hagtøl um øki og starvsfólk kunnu síggjast á økissíðunum her: Norðoya økiEysturoyar økiNorðstreymoyar økiSuðurstreymoyar økiVága økiSandoyar økiSuðuroyar øki

 Ein triðingur av starvsfólkunum uttan bústaðartilknýti eru úr Asia

Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. Niðanfyri sæst prosentbýtið av starvsfólkum, sum ikki hava bústaðartilknýti, býtt á heimspartar eftir ríkisborgaraskapi. Helmingurin av teimum uttan bústaðartilknýti er framvegis úr Evropa, serliga Norður- og Eysturevropa, men býtið av starvsfólki við asiatiskum ríkisborgaraskapi hevur havt størsta vøkstur tey seinastu árini og telur nú ein triðing. Samanborið við sama mánað árið fyri vóru starvsfólk við asiatiskum ríkisborgaraskapi uttan bústaðartilknýti vorðin 50 fleiri, sum er ein vøkstur á 7,5 prosent.