Knæið er farið hjá Halli Hansson

Nú er greitt, at skaðin, sum Hallur Hansson fekk sunnudagin, er so mikið álvarsamur, at liðskiparin ikki verður tøkur til dystirnar móti Litava og Turkalandi. Hann verður allarhelst úti í út við eitt ár

(Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
21. september 2022 kl. 15:09

Vilnius: Hallur Hansson er langtíðarskaddur. Hann verður allarhelst úti í eitt heilt ár.

– Hetta vóru tey ringastu boðini, sum eg kundi fáa. Men soleiðis er fótbóltur, og nú ræður um at hyggja fram eftir, og koma styrktur aftur, tá tann tíð kemur, sigur Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.

Tað var í dysti fyri íslendska felagið, KR Reykjavík farna sunnudag, at Hallur Hansson mátti av vøllinum á børi.

Hallur Hansson hevur verið við í Litava, har hann hevur sitið á súkkluni, men hann var til eina skanning í morgun, og tær skanningarnar vísa nú, at knæið er so mikið skatt, at føroyski liðskiparin neyvan spælir fótbólt aftur fyrr enn um eini níggju til tólv mánaðir.