Klumman: Til handils

Konan framman fyri meg hellir vanga, trýstir samstundis økslina heilt upp til annað oyra, og heldur á henda hátt fartelefonini fastari, sum hon tosar í, meðan hon trillar innkeypsvognin, sum er á tremur við vørum, framman fyri sær. Hon tosar hart og týðiligt, tí leggi eg merki til hana

Súsanna Tórgarð
10. september 2020 kl. 15:30

Konan framman fyri meg hellir vanga, trýstir samstundis økslina heilt upp til annað oyra, og heldur á henda hátt fartelefonini fastari, sum hon tosar í, meðan hon trillar innkeypsvognin, sum er á tremur við vørum, framman fyri sær. Hon tosar hart og týðiligt, tí leggi eg merki til hana. Hon kemur fram til kassan, og heldur á at tosa, samstundis sum hon bendir seg niður og tekur vørurnar úr vogninum. Eg kann ikki annað enn eygleiða hana og undrast á, hvussu hetta kropsliga ber til – allur kroppurin er skeivur, nú hon mestsum liggur niðuryvir vognin, og megnar at taka eina vøru fyri og aðra eftir og leggja á bandið, alt meðan hon tosar í fartelefonina, sum trygg liggur kleimd millum oyra og øksl. Tá hon kemur til eplasekkin niðast, havi eg bestan hug at bjóða mær til at hjálpa, men tað er ikki neyðugt, hetta er hon von við, tað sæst á øllum brøgdum, stendur nú mestsum á høvdinum niðri í vogninum, og syftir síðani sekkin uppá bandið uttan trupulleikar. Telefonsamrøðan snýr seg um, at hon skal býta um onkra vakt á arbeiðnum. Útfrá tí hon sigur, giti eg at hon arbeiðir á onkrum stovni, og eg skilji at ein arbeiðsfelagi er blivin sjúkur, so arbeiðsætlanin má broytast. Tað kann jú verða trupult, so samrøðan tekur langa tíð. At tøma vognin tekur tískil eisini longri tíð, og bíðirøðin við kassan gerst alsamt longri. Tíbetur fyri hana, eru vit aftanfyri hana tolin, og standa øll so friðarlig og bíða, hvør á sínum frámerkta bletti á gólvinum – frástøðan skal jú haldast í hesum døgum. Hon heldur fram at tosa, samstundis sum hon fyllir í posarnar, betalir við korti, trýstir pinkotu, fær kvittan og merkir, og fer so sjaggandi út. Tað síðsta eg hoyri hana siga er: “Nei, mikudagin kann eg ikki, tá skal eg til fysioterapeut – tú veist, ryggurin!” Eg fái hug vinaliga at rópa aftaná henni, at tær kropsligu avbjóðingarnar eg júst havi eygleitt, kanska ikki eru so skilagóðar, um hon hevur ringan rygg – men eg hvøkki við, tá maðurin aftanfyri meg spyr: “Skalt tú hava búffar til døgurða aftur í dag?” Eg vendi mær, tí eg haldi hann tosar við meg – men síggi at hann starir beint fram fyri seg, og at eisini hann tosar í fartelefon. Hann hevur tó oyrasnigil og okkurt slag av mikrofon, so hann sleppur undan kropsliga krevjandi avbjóðingunum, sum áðurnevnda konan hevði. Eisini hann tosar hart, og gevur sær ikki far um at eg – og fleiri við mær – hoyra hvat hann sigur.

Og meðan eg tømi kurvina og gjaldi mínar vørur, hoyri eg hvussu hann smákeglast við konuna – eg fái at vita at hann hevur keypt kjøtsós og spagetti, nú tað er hansara tørn at gera døgurða, at dóttirin skal avheintast, tá hon er liðug at sparka fótbólt, at sonurin skal avheintast í svimjihylinum og koyrast beinleiðis út á Musikkskúlan til violinundirvísing, og at konan má finna seg í, at hon fær hvørki búffar ella salat til døgurða í kvøld. Maðurin svarar ikki gentuni við kassan, tá hon vinaliga spyr um hann vil hava kvittan og merkir – hann fer brestandi avstað, gentan smílist og ristir við høvdinum, blunkar til mín og rættir mær merkini. Eg takki, smílist aftur, og ímyndi mær at hon man uppliva mangt slíkt í sínum arbeiði.                                      

Hesa stuttu løtuna havi eg, uttan at vilja tað sjálv, fingið innlit í lívið og gerandisdagin hjá tveimum púra fremmandum fólkum. Ljóðdálking sigur onkur, ófólkaligt og ódámligt sigur onkur annar.  Tað er uttan iva meira hóskandi og gagnligt at verða tilstaðar har tú ert, í løtuni – og eitt hey ella eitt smíl, krevur ikki nógv. Gentan við kassan skuldi kanska noktað at avgreitt viðskiftafólk, sum tosa í telefon meðan tey keypa frá henni... hugsi eg, meðan eg klistri merkini, sum eg so óvæntað fekk, í heftið. Nú manglar mær bara 4, so kann eg keypa eina bíliga stikksag.