Klumman: Øll ikki eins

Í farna mánaði var norðurlandaráðsvika, har mentan, list og vísindi í Norðurlondum vóru heiðrað. Mong fegnaðust um, at nólsoyingurin, ættaður úr Danmark, Jens Kjeld Jensen, vann umhvørvisvirðislønina. Hann verður ofta nevndur fuglamaðurin í Nólsoy, og hevur frammanundan vunnið fleiri virðislønir bæði í Føroyum og uttanlands

Karin Kjølbro
19. november 2020 kl. 22:09

Í farna mánaði var norðurlandaráðsvika, har mentan, list og vísindi í Norðurlondum vóru heiðrað. Mong fegnaðust um, at nólsoyingurin, ættaður úr Danmark, Jens Kjeld Jensen, vann umhvørvisvirðislønina. Hann verður ofta nevndur fuglamaðurin í Nólsoy, og hevur frammanundan vunnið fleiri virðislønir bæði í Føroyum og uttanlands. Haraftrat er hann heiðursdoktari, eins og ein firvaldur er uppkallaður eftir honum. Metingarnevndin segði millum annað í innganginum til sítt tilmæli, at Jens Kjeld Jensen er eitt fyrimyndarligt dømi um, hvussu nógv ein verulig eldsál kann avrika. Í samband við heiðranina var ein samrøða við vinnaran stroymd. Hann segði sum vant nógv áhugavert og endaði við at siga:" Føroyskir politikarar hava bert tvey áhugamál: Pengar og atkvøður." Hann sigur tað millum annað tí, at onki verður gjørt fyri at avmarka innflutning av øllum tí, sum er til ampa fyri náttúru okkara, eina mest plantuvøkstur og mold. Hann hevur støðugt gjørt vart við hetta, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás.

Vit hava hoyrt slíka góðskumeting av politikarum áður, og sjálvandi eru politikarar, sum hava uppiborið hasa lýsing; men eg havi kortini hug at halda, at vón er fyri framman. Hugsi eitt nú um tey bæði ungu, sum bjóðaðu seg fram til umboðsráðið hjá tryggingini. Sessir, sum mong ynskja sær, tí teir eru væl løntir. Hesi bæði ungu boðaðu frá, at fingu tey sessin, so skuldi samsýningin latast FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelagi. Kvinnan varð vald og maðurin mundi verið valdur. Giti, at bæði tvey eru á veg í løgtingið. Vit sóu sama rák til seinasta løgtingsval. Tvær ungar kvinnur, sum ikki høvdu stillað upp áður, og sum í valstríðnum løgdu størstan dent á umhvørvið og veðurlagið, vóru valdar. Sama var við býráðsvalinum í Havn. Unga kvinnan, ið millum annað setti fokus á veðurlagið, fekk eitt kanónval, hóast hon aldri áður hevði stillað upp til eitt val. Dagin undan valinum kom 13- ára gamla ommudóttirin og segði: "Omma eg skal vísa tær ta fínastu og bestu valplakatina í Havn." Hon, sum eigur hana, hevur sjálv gjørt hana. Jú á heimagjørdu plakatini stóð: Politikkurin skal broytast ikki veðurlagið. Kundi hent seg, at tey, ið vilja veljast í framtíðini, ásanna, at hetta verður einasta gongda leiðin.

Annars er vert at nevna, at áðrenn vit kendu nólsoyingin, høvdu vit ein landsdjóralækna, Dánjal Bærentsen. Hann gjørdi støðugt vart við vandan í innflutningi av millum annað plantum, og ikki bert tað. Mong minnast neytaskipið, sum kom til Føroyar við 150 neytum uttan at hava fingið innfluttningsloyvi. Ivaleyst væntaði innflytarin, at vóru neytini fyrst komin til Føroyar, so fór ongin at nokta teimum at sleppa í land. Men so var ikki. Landsdjóralæknin segði NOY, og tað helt hann fast við. Tað var einamest sjúkur, ið neytini kundu bera við sær, ið var vandin. Neytaskipið lá uttanfyri Kollafjørð í 14 dagar. Hetta var í 1978. Endin var, at skipið noyddist av aftur landinum við øllum neytunum umborð.   

Venda vit aftur til nólsoyingin, so var hann spurdur, hvat stóra virðislønin (350.000 krónur) skuldi brúkast til. Jú, hann skuldi millum annað hava onkra grein í eitt altjóða tíðarrit, og tað kostaði 18.000 krónur. Og so ynskti hann sær eina nýggja borimaskinu. Eitt lítillátið ynski. Vit, sum búgva framvið argjalandinum, eru glað fyri Nólsoynna. Tað sigst, at onkuntíð hvønn einasta dag á árinum sær sólin onkrastaðni á Nólsoynni. Eg haldi at tað er satt. Haraftrat verjir hon okkum so væl ímóti eysturættum. Haldi eisini, at Jens Kjeld Jensen ger hana fagrari. Hvørki hann ella hini í Nólsoy hava uppiborið tann politiska kleyvarskap sum í hesum døgum verður avdúkaður av lítla vakra spurvafuglinum Erlu Kongsdóttir.