Klumman: Menniskja fyrst

Tey duga í Eysturoynni

Karin Kjølbro
11. juni 2020 kl. 19:50

Fráfaringarguðstænastan og fagnaðurin fyri Anne Mette Greve Klementsen í Fuglafjarða kirkju, 2. hvítusunnudag, vóru søgulig og ein serlig uppliving. Prædika, sálmasangur, urguspæl og kórframførsla gingu upp í eina hægri eind. Haraftrat var prædikan um m.a. kærleika og relatiónir málsliga sera væl frágingin. Tað er hugtakandi, at ein ung mamma við danskari tungu eftir so stuttari tíð megnar ikki bara at tosa "sum ein prestur" við røttum bendingum, men sum eitt skald og uttan aksent. Tá deknurin hevði lisið inngangsbønina segði hann, at Anne Mette sjálv hevði tónsett bæði præludiið og postludiið. Sera áhugavert eisini, at sjónvarpsupptøkufólkið gjørdi so nógv við at integrera organistin í heildina. Fuglfirðingar eru ikki fyri nothing. Tað má eisini vera ein stuttleiki at spæla saman við so góðum sangarum, og stundum so steðgaði hann urguni, so vit einans hoyrdu sálmasang, og tað varð himmalskt. Hetta var dømi um teamwork, tá tað er best.

Tá prestur takkaði fyri seg, fekk honn flættað uppí, at hon var grundtvigianari. Øll kirkjufólk kenna prestin og sálmaskaldið N.F.S. Grundtvig (1783-1872). Men hvør er rørslan, ið ber navn hansara? Jú, hon er javngomul við dansk Indre Mission, og ber orð fyri at vera ein kát kirkjulig rørsla. Ein stutt lýsing er: "menniskja fyrst, kristin síðani" meðan heimamissiónin meira setur fokus á lívið eftir deyðan.

Fara vit aftur til Fuglafjarðar, so fekk prestur frálíkan málning frá kirkjuliðnum, sum organisturin í kirkjuni Heðin Kambsdal hevði málað. Hann var rætthyrntur og tvídeildur. Fyrst frálík anlitsmind av Anne Mette, ið tók triðingin vinstru megin á málninginum, ið bæði líktist og var ein væleyðnað persónlýsing, og síðani Fuglafjarða kirkja og umhvørvið har restina av málninginum. At listamálarin og organisturin so eisini stjørnaði kórinum, ið m.a. framførdi Ave Verum Corpus, gav upplivingini veingir. Gamli sanglærarin í Fuglafirði Herluf Berthelsen, sáli (1918-1995) man smílast, har hann er og ikki minni Victor Danielsen, sáli (1894-1961) ið búði meginpartin av lívi sínum í Fuglafirði og sum yrkti og týddi hópin av sálmum ( eisini fleiri eftir N.F.S. Grundtvig) til Songbók Guðs Fólks.

Tey duga í Eysturoynni.

Sama 2. hvítusunnudag hevði listamálarin Sigrun Gunnarsdóttir fernisering á Eiði við 40 verkum, har eini 300 gestir vitjaðu - 25 fólk sluppu inn í senn. Ongin trupulleiki at standa uttanfyri og bíða eftir tørni í góðveðrinum. Stjórin í Listasavni Føroya Karina Lykke Grand setti framsýningina, og fólkakæri vestmenningurin, troubadururin og listamálarin Martin Joensen spældi og sang. Sigrun er eisini menniskja fyrst, og somuleiðisi er hon glaðlynt. Hon er ófør í sínum myndevnum at lýsa menniskjað og tilveruna í einum andaligum sjónarhorni. Tá tey seinastu sluppu inn, var alt longu selt. Tað gjørdi ikki upplivingina minni hvørki fyri gestir ella listakonu.

Tá henda klumma kemur á gøtuna, er fráfarni presturin í Fuglafirði longu innsett sum prestur í Havnar kirkju. Eins og forkvinnan í kirkjuráðnum heldur vildi sagt góðan dag enn farvæl 2. hvítusunndag í Fuglafirði, so siga vit, ið varða av dómkirkjuni við gleði: Vælkomin, Anne Mette.

Loyvi mær at enda við nøkrum orðum hjá N.F.S.Grundtvig, ið væl lýsa bæði Anne Mette og Sigrun:

Hun har aldrig levet,
som klog på det er blevet,
hun først ej havde kjær

 

Karin Kjølbro