Klumman: Harrans malargrót og flag

Tað líkist ongum, so gramm vit eru at innflyta úti- og inniplantur, runnar, mold, hoyggj og flag við púra ongum eftirliti. Heilir plattar rulla inn í pakkhúsini frá bryggjukantunum við hjáveiðu av øllum handa slag. Ja, slíkt sum kann skríða og krúpa inn í allar rivur og sprungur. Ongantíð hava vit hoyrt um so nógv navngivin, fremmand skriðkykt og skordýr, ið ikki hava verið her áður

Poulina Slættanes
12. mai 2021 kl. 16:05

Tað líkist ongum, so gramm vit eru at innflyta úti- og inniplantur, runnar, mold, hoyggj og flag við púra ongum eftirliti. Heilir plattar rulla inn í pakkhúsini frá bryggjukantunum við hjáveiðu av øllum handa slag. Ja, slíkt sum kann skríða og krúpa inn í allar rivur og sprungur. Ongantíð hava vit hoyrt um so nógv navngivin, fremmand skriðkykt og skordýr, ið ikki hava verið her áður. Gløggi eygleiðarin í Nólsoy, danin Jens-Kjeld Jensen hevur ótroyttiliga gjørt vart við hetta, men tað letur ikki til, at tað nyttar nakað sum helst. Man letur bara standa til. Við ávaringarklokkum hevur hann ringt og kimað í kringvarpi og portalum um vandan við natúrligu javnvágini, ið fullkomiliga verður skeiklað, tá slíkir “snultarar” gera innrás. Hesi eru før fyri at gera seg inn á sjálva skordýra- og plantuskipanina. Lítið fyri hjá hesum at gera av við tey, ið hava havt sína natúrligu tilveru her frá araldstíð. Sníkarnir skipa seg veðurlagsliga skjótt til tað nýggja, meðan teir javnt og samt beina fyri samstarvstrupulleikunum, ið standast av tí, sum er frammanundan. Tað verður sagt, at lítlu, sárbæru Føroyar er einasta land í vesturheiminum, ið ongar avmarkingar hevur á innflutningsøkinum. Hetta er eisini galdandi við eksotiskum djórum, sum føroyingar eru so hugaðir at eiga.

Um jóltíðir floyma alskyns jólaprýði inn í landið, ið skulu veita eina heildaruppliving av jólunum aðrastaðni. At greinarnar íða í bæði einum og øðrum óynsktum krúpum og skriðum letur ikki til at nerva jólahugnan, fyrrenn syndararnir fara at skríða inni í stovuhitanum. Men tá skriðin er útlendskur, bilar tað minni.  

Nú um páskirnar var aftur ein ábending um henda ófatiliga innflutning. Nú var talan um svenskt flag, ið kommunan í Havn hevur keypt at leggja á bussskýlið í Steinatúni. Tað hevur sæð forvitnisligt út. Undir loftið í skýlinum er lagt prýðiligt kopar, hóast mangur heldur, at har er dekan ov høgt uppeftir, tá talan er um eitt skýli. Men omaná skal leggjast norðurlendskt flag, sum summar av “du gamla, du fria du fjellhøga Nord”. Hvat bagir okkara egna flagi? Bæði Føroya Fólks sangbók og eisini Grønasangbók eru á tambi um alt okkara grøna gras og flag, sum í líðum grør. Eg meini so við, nú allar røddir rópa sum harðast um at vit skulu vera so grøn og burðardygg.

Við jøvnum millumbili hava føroyingar hoyrt um yvirvaksnar eiturkoppar, ið eru komnir hendavegin. Her er sjálvandi talan um fyribrygdi, ið eru nevnd omanfyri. Og eg kundi hildið fram: flogmýs, kakkulakkar, ymisk sløg av vespum og ikki um at tala ampan av mús, ið sigst vera í rúgvuvís av innfluttum hoyggi og neytafóðri. Ja, tað sigur ikki so lítið, at Jens-Kjeld veit um kakkulakk, ið komin varð fram á í Mykinesi. Jú, sárbærar eru okkara oyggjar, eingin ivi um tað.

Vit bora og grópa sum ongantíð gjøgnum fjøll og undir havbotni. Alt hetta gevur heidnum sum kristnum eina farleið, ið ikki hevur verið fyrr. Alt hetta er mikið gott, men hesi frambrot elva sanniliga eisini til sveittabrot.

Í óminniligar tíðir hava vit innflutt neyðsynjarvørur. Tað hevur verið neyðugt, um vit skulu megna at fylgja við menningini, har vit so fegin vilja vera. Men at flyta inn púra óneyðugan prýðis- og blómuvøkstur umframt djór, skal eitt ávíst ansni til og ikki minst ein reglugerð. Tað standast so nógvar óhepnar avleiðingar av hesum grammleika og tankaloysi, at ringt er at um koma aftur umaftur, tá alt er komið fyri seg. Ávirkanin á vistskipanina og samfelagið, tey koma til, hava vit havt ringar royndir av. Kortini halda vit ótálmað fram at seta niður innfluttar plantur í moldpottum, har ein ørgrynna av skriðkyktum eru í. Vit hava ringar royndir av morsniglinum, ið hevur sett dagsskránna í mongum vøkrum urtagarði – eisini hesin er á innflutta syndaregistarinum.

Alt okkara grøna er skapt til tað føroyska veðurlagið. Tit, ið varða av hesum, takið annað skinn um bak og gevist við hesum vitleysu bíleggingum úr útheiminum. Eitt nógv neyvari eftirlit krevst!