Klumman: Februar fór

Tíðindaloysi hevur ikki sett dagsskránna seinastu tíðina. Farni februar hevur verið fullur í tíðindum. Fyrstu tveir mánaðirnar av árinum plagar man mangan at kalla deydligar. Korona hevur tó fyrstu raðfesting um allan tíðindaheim við bæði gleðiligum og minni góðum hagtølum

Poulina Slættanes
4. mars 2021 kl. 15:00

Tíðindaloysi hevur ikki sett dagsskránna seinastu tíðina. Farni februar hevur verið fullur í tíðindum. Fyrstu tveir mánaðirnar av árinum plagar man mangan at kalla deydligar. Korona hevur tó fyrstu raðfesting um allan tíðindaheim við bæði gleðiligum og minni góðum hagtølum. Hjá okkum sær heilt gott út, hóast vit helst enn skulu ansa okkum væl. Handlar og fyritøkur hava stórt sæð ikki verið fyri vanbýti hesar vanlukkuligu koronumánaðarnir. Atlantic, ferðavinna, bussar og matstovur hava verið serliga illa kroyst. Men tey eru bjartskygd, og tað hava føroyingar verið, mestsum allir, hóast nógv ikki meina, at vit klára hetta uttan hjálparpakkar. Vit eru góð við okkum sjálvi og stuðla okkara nýggju hotellum, ið ikki høvdu roknað við so nógvum forðingum. Fullsett hvørt vikuskifti frættist við vælupplagdum føroyingum.

Okkara skemtiligi Óli P. hevði eina rámandi tekning við stórari rullustólagongu herfyri. Vit hava ov nógv gomul, so hví ikki fara aftur vestur á Trælanípuna og sleppa okkum av við tey har bara? Myndatalan var greið. Ommudóttirin spurdi nokk so kynisk, hví man ikki koyrdi rullustólin út av eisini við oldingunum í? Bleiv so kløkk. Hon svaraði sjálv so djørv, tí man mátti aftur eftir fleiri, ið eru væl við aldur.

Minsta landið av teimum trimum, ið vit eru í ríkisfelagsskapi við “er lágligt sett við havumgirdum strondum”. Danmark hevur tað ikki gott. Tey vita hvørki út ella inn í løtuni, hóast byrurin hevur verið góður í seinastuni. Men kortini gongur einki upp, tí tað koma alla tíðina fleiri koronuvariantar, ið kanska vaksinan ikki klárar at temja. Og vaksinuframleiðararnir eru nógvir og dýrir eisini. Tað sær næstan út sum, at tað er vorðin ein ógvuslig, hægstbjóðandi handilsvøra. Man las herfyri, at fyrsta mánadag í mars fóru danir at býta um jólagávur, tí tað kundi man ikki við árslok, tí stóru handilsmiðstøðirnar vóru stongdar frá fyrsta degi í 2021. Og tað gav at bíta hjá mongum – nú skuldi vetrarpløgg býtast um við vár- og summarvørur. Hvat skulu handlarnir nú við vetrarklæðum?

Úti í rúmdini fanglaðust amerikanarar við at seta tól á Mars, har ein føroyingur var við at evna lítla, lætta mánafarið. Og minnast tit í 2007, tá tíðindaheimurin greiddi frá, at ein nýggj gongustjørna var funnin? Tað var Gliese. Hon var barasta so serlig. Har var vatn og gróður, og øll vóru við uppá tað. Men so til hundarnar - tað vísti seg, at árið har bara vardi í 13 dagar. Hugsa tær – vetur og vár við bara einum gloppi uppá tvær vikur. Hvør tímir tað? Bárður halda nýggjársrøðu aðruhvørja viku? Og hon sjálv á Amaljuborg, noy, tað hevði ikki borið til. Men dronan sendir nú av Mars, og tað frøast mong um, hóast hetta er so kostnaðarmikið og vitleyst, sum eg veit ikki hvat.

Erla Kongsdóttir hevur bara verið fylgd av óhepni. Hugsaðu vit ikki, hvør í sínum lagi, hvussu óheppið tað var, tá sjampagnufløskan ikki brast á dópsdegnum? Og mitt í øllum fór Sjálvstýri í ommu sína. Tað hevur mangan verið líka við, men ongantíð so ódámligt, tí nú vil líkasum eingin kennast við skjótt stórt hundrað ára gamla flokkin.

Radarin er eisini eitt heitt tíðindaevni og ikki sørt eldfimt. Meiningarnar eru nógvar, og sjálvandi er ein ampi heftur við. Nýggjur húsarhaldsskúli verður umsíðir bygdur, har hann byrjaði, í Klaksvík. Men plaseringin er malplaserað. Fá eru tey, sum halda, at skúlin skal liggja har, sum ætlanin er. Trongligt, sum er, so hvussu ætlar man at fáa tað at rigga – nýggj kappróðrarneyst, Húsarhaldsskúli, farsstøð, bókasavn, Betesda, Nólsoyar- Pálls hús – alt í einum trunka? Jú, hugskotini eru mong í hesum koronudøgum. Og fara vit suðuryvir aftur, so vil býráðssamgongan lata Havnará upp aftur. Útkast hevur verið at sæð á tíðindaportalum.

Vit eru nøkur grenj, hoyrdi eg onkran siga. Øll vildu hava Eysturoyartunnilin, men verri enn so øll brúka hann. Hann er dýrur, men brúkið hann, nú ikki slepst av landinum uttan í serligum ørindum. Hjálpið nú til at gjalda rokningina fyri hann!