Klumman: Bókadagar

Bókadagarnir eru farnir afturum, og eg siti við einari kenslu av, at alt var betri fyrr. Ikki tí – tey tiltøkini, eg var við í, vóru framúr spennandi og lærurík, men tað var líkasum at tað manglaði hetta suðið av fólki, sum gingu og válaðu og hugdu og keyptu bøkur og drukku kaffi og prátaðu og upplivdu

Marna Jakobsen
4. desember 2021 kl. 10:30

Bókadagarnir eru farnir afturum, og eg siti við einari kenslu av, at alt var betri fyrr.

Ikki tí – tey tiltøkini, eg var við í, vóru framúr spennandi og lærurík, men tað var líkasum at tað manglaði hetta suðið av fólki, sum gingu og válaðu og hugdu og keyptu bøkur og drukku kaffi og prátaðu og upplivdu.

Eg veit ikki, hví so var, um tað var korona, sum gjørdi, at alt var barberað niður, ella tað var, at Norðurlendska ráðharraráðið nú hevur skorið niður upp á pengarnar til mentan og givið tiltøkum, sum skulu tryggja okkum eina grøna framtíð í staðin. Tað er sum við fíggjarlógini, skeri eg teg her, so missi eg teg har…

Í øllum førum, so var tað gapandi tómt at koma inn í Norðurlandahúsið, tað føldist ikki sum bókadagar, men bara sum spjadd tiltøk, sum høvdu við bøkur at gera í eina viku.

Fimtan tiltøk vóru í sjálvum húsinum, so tað sigur seg sjálvt, at har kom bara fólk til eini tvey tiltøk um dagin. Og so manglaðu vit Barnabókaklubban og øll børnini, sum altíð eru á Bókadøgunum, og bókasølan var skorin niður í minimum, sum skilligt er, tá ongin er at keypa.

Mánadag var eg til framløgu hjá Paulu Gaard, sum hevur skrivað ritgerð um bókaummæli, og Magnus William-Olsson, sum er yrkjari og drivin ummælari í Svøríki. Fitt av fólki var og lurtaði, ella skuldi eg sagt konufólki, tí har var bara ein maður, sum lurtaði, men so var framløgan stroymd eisini, so aðrir ummælarar/rithøvundar/áhugað kundu lurta, viss tað altso ikki var so, sum onkur teirra segði, at hann fór at geispa og sovnaði.

Í øllum førum tykist tað, sum vit halda okkum øll vera fødd við kunstinum og útlærd eina ferð med alla, tí har vóru ikki nógv, sum høvdu meldað seg til eitt sera, sera áhugavert ummælaraskeið, men vit tríggjar kvinnur, sum tóku lut, fingu allar nógv burturúr! Magnus William-Olsson vildi vera við, at í Svøríki var man fyri langt síðan farin burtur frá elituummælarum, nú kundu øll bjóða seg fram. Tað kunnu vit helst eisini í Føroyum, men man elitan ikki vera ljóslivandi her kortini?

Bókadeildin áttu tey flestu tiltøkini: Elin Michelsen hevur skrivað sína fyrstu bók, Rakel Helmsdal hevur skrivað eina spennandi nýggja myndabók, Ranvør Isholm hevði framløgu av síni nýggju myndabók á Býarbókasavninum, fernisering var av myndum hjá Anniku Øyrabø til bókina Abbi og eg og abbi eftir Dánial Hoydal, og so hevði hon eisini myndprýðaraverkstovu við børnum, har evnið var fjørutrøllið. Vit sluppu at síggja tað fantastiska úrslitið á vegginum í forhøllini aftaná. 

Varðin fyllir 100 ár. Eg var ikki til tiltakið, men eg fekk Varðan í postkassan. Ein innspræning av teimum heilt góðu. Har var so ómetaliga nógv gott í, men sjálvandi varð eg fullkomiliga fangað av yrkingini Góði tíðarandin eftir Jóan Paula D. Jakobsen, sum sigur seg duga betur at lesa enn at skriva. Eg sigi bara eitt, so dugir hann ólukksáliga væl at lesa! Í heila tikið vóru nógv ung í Varðanum, sum absolutt onki hava at smæðast yvir. 

Eg endaði vikuna við einum tiltaki Villar kvinnur døkkir tónar, sum var ein framløga av nýggjari bók um kvinnur í tónleikaverðini. Tað var rithøvundan sjálv, Anya Mathilde Poulsen, sum skipaði fyri, og so tosaði hon við Lenu Andersen og Leu Kampmann, sum báðar framførdu eisini. Bókin er ótrúliga spennandi, men eg haldi ikki, at framløgan hjá henni var so spennandi, kanska visti eg alt frammanundan, akkurát sum hinir, sum ikki tíma at taka skeið í ummæli. Haldi heldur ikki, at hon fekk tað burtur úr Leo og Lenu, sum hon kanska hevði ætlað. Hvørgin teirra hevði upplivað serliga nógvan mótgang í tónleikaumhvørvinum, tí tær vóru kvinnur, men sum Lena so ógvuliga væl segði:  tað er munur á tónleikararunum og tónleikararabransjuni, teir fyrri hava bara áhuga fyri tónleiki, meðan hin seinna kanska er meira áhugað í pengum og makt.

Sum prikkurin yvir iið fór eg at hyggja at Portrettinum eftir Jóannes Nielsen á Tjóðpallinum. Havi ikki enn fingið armarnar niður. Ein framúr væl spældur leikur, flottur leikpallur, sum Edward Fuglø hevur staðið fyri og ein ógvuliga áhugaverd søga um teir tríggjar patriarkarnar, sum ongantíð hittust í veruliga lívinum.