Klumma: Hvussu leingi skulu vit ganga á tá?

"Vit liva í einari verð við fokus á einstaklingin, men myndugleikarnir venda sær til floksimmunitet og samfelagssinni. Og tað kann vera ringt at skilja, um tað sum mann í veruleikanum óttast fyri til dømis er hjáárinum hjá sínum tannáringi"

Karin Kjølbro
16. september 2021 kl. 20:58

Nógvir núlivandi føroyingar hava ommur, langommur, oldurommur ella abbar, sum hava verið rakt ella eru deyð av tuberklum tíðliga í 20. øld. Í dag eru teir útruddaðir á okkara leiðum. Av og á frættist, at koppsetingarskjólið fyri meslingar, reydlingar og skaldkoppar er í vanda, tí talið á MFR-koppsettum børnum er um at fara undir tað markvirði, sum skal til, fyri at øll eru vard. Mong minnast óttan um HPV-koppseting, sum var í hæddini í 2015 eftir ein TV2-dokumentar, “De vaccinerede piger”, har ungar gentur greiddu frá, at tær eftir koppsetingina ikki kundu íðka ítrótt, ganga í skúla ella arbeiða. Í dokumentarinum ávaraðu tveir læknar um, at koppsetingin kundi hava við sær álvarslig hjáárin. Minnist serlæknan Katrin Kallsberg í KVF at gera vart við, at tað tryggasta var at lata sínar døtur koppseta. Nøkur ár seinni viðurkendi redaktiónschefurin medábyrgd fyri, at foreldur ikki tordu at koppseta døturnar. Fyri fyrstu ferð høvdu vit effektiva koppseting móti herviligum krabba, og kortini varð hon eitt tíðarskeið vrakað av mongum foreldrum.

Í eitt ár hava flest øll víst næstrakærleika við at akta boðini hjá myndugleikunum um sosialt fráhald, reinføri og sniglaferð. So kom koppsetingin endiliga. Sjálvandi skuldu tey gomlu og viðbreknu fremst í bíðirøðina. Nú í summar eru øll eldri enn 12 ár endiliga sloppin framat. 

Koppsetingarvantrúgv hevur helst verið til líka leingi sum koppseting. Eisini vita øll, at í sambandi við allan heilivág og koppsetingar kunnu vera hjáárin. Her má metast, um vinningurin við koppsetingini er størri enn vandin fyri hjáárini. 

Sjálv haldi eg meg hava framíhjárætt at liva og virka í einum landi, her okkara sjúkrahúsverk og heilsutilmæli taka støði í vísindi og gransking. Koppseting er millum størstu medisinsku frambrotini fyri bæði barnadeyða og fólkaheilsu. Onkur vil nú siga, at gransking heldur ikki er lýtaleys, tí hon er framd av menniskjum. Her má eg siga sum er, at eg leggi meg í hendurnar á vísindini, tí hon er tað frægasta boðið, vit eiga. Eg kenni meg tryggari við hana, enn tað, sum útvaldar søgur á netinum vilja vera við. Har kann vera ilt at skilja millum falstíðindi og upplýsing.

Enn herjar korona, og í skrivandi løtu eru 31 smittað og 218 í sóttarhaldi. Ein partur vil ikki koppsetast av ymiskum orsakum. Summi kenna seg ikki trygg við koppsetingina, onnur fáa tað ikki upp í lag. Fólk verða dagliga testað, summar dagar í hópatali. Alt kostar skattakrónur. 

Eg taki ikki undir við tvingsilskoppseting. Tað liggur ikki í føroysku sálini. Myndugleikar og læknar eiga áhaldandi at møta ivafólkunum í teirra iva, fara í dialog og tolið geva sakliga kunning. Royna at skilja óttan og tosa við støði í honum. Tað haldi eg eisini, at bæði myndugleikar og læknar gera sær ómak við. Á viðkomandi pallum. Vit liva í einari verð við fokus á einstaklingin, men myndugleikarnir venda sær til floksimmunitet og samfelagssinni. Og tað kann vera ringt at skilja, um tað sum mann í veruleikanum óttast fyri til dømis er hjáárinum hjá sínum tannáringi. 

Men eg kann ikki siga meg fría fyri at ótolnast eitt sindur, hvussu leingi hendan støðan við varsemi og ovurhonds atliti skal halda fram. Enntá meðan koppsetingin er beint her. Tað kennist órímiligt, at gomul og viðbrekin hava skert frælsi og illa kunnu fara til tiltøk, tí at tað framvegis eru ov fá, sum vilja verða koppsett. 

Í summum londum er tað vorðið truplari hjá teimum ókoppsettu at virka og ferðast, eitt nú í Fraklandi, har tað er krav at vísa sonevnt viruspass fyri at sleppa á matstovu, kafé ella ferðast við flogfari og almennum flutningi. Alt fyri at fáa fleiri at verða koppsett.

Eg sakni eina ætlan fyri, hvussu vit skulu liva saman sum frá líður – tey koppsettu og ivafólkini. Eru tað tey gomlu og viðbreknu, sum skulu avbyrgja seg ella koppsetingarivafólkini? Hvussu leingi skulu vit ganga á tá, meðan nýggir koronavariantar koma undan kavi?