Klumman: Vit hava eitt gott lív

Sjálvt um tað longu aftur er farið at ganga ímóti myrkari tíðum, tí vit – fyri meira enn einum mánaði síðan – eru farin um longsta dag (og ikki stytsta, sum eg skrivaði upprunaliga, ST), so kunnu vit fegnast um, at ein partur er eftir av summarinum enn

Sveinur Tróndarson
16. juli 2020 kl. 15:35

Sjálvt um tað longu aftur er farið at ganga ímóti myrkari tíðum, tí vit – fyri meira enn einum mánaði síðan – eru farin um longsta dag, so kunnu vit fegnast um, at ein partur er eftir av summarinum enn.

Fyri nógv, er tað tann týdningarmiklasti parturin, tí tá hava tey summarfrí og tá er ólavsøka. Og sjálvt um ólavsøkuveðrið ofta er eitt kapittul fyri seg, so hava vit altíð loyvi at vóna, at veðrið verður sum tað var í fjør.

Ikki tað, sum eg minnist, hevur veðrið verið so framúrskarandi á ólavsøku, og – sjálvandi – enda vit við tí sama veðrinum í ár. Ella kanska ikki.

Annars verður ólavsøkan í ár akkurát sum restin av árinum. Hon verður øðrvísi, og hon verður í øllum førum nakað heilt fyri seg. Kommunan og myndugleikarnir vilja hava, at vit skulu halda tjóðarhátíðina úti í teimum ymsu býlingunum, og tey vilja enntá, at vit skulu syngja stóra felagssangin úti í teimum 52 økjunum, sum hava fingið kommunalan ballingarstuðul.

Tað stendur í kommunalu reglugerðini hjá høvuðsstaðarkommununi fyri stuðul til at halda ólavsøku, og har stendur eisini, at midnáttarsangurin verður sendur beinleiðis í Kringvarpi Føroya.
Nú veit eg ikki, hvørja ávirkan ein slík reglugerð hevur á skránna hjá Kringvarpi Føroya ella á KvF í heila tikið, men tað verður ikki hissini peruvellingur, um almenna sjónvarpið skal varpa midnáttarsangin út úr 52 grannaløgum í høvuðsstaðnum.

Well, tann tíð, tann sorg.

Sum sagt, so verður henda ólavsøkan so nógv øðrvísi, at júst í ár trúgvi eg, at nógv velja at vera í Havn á ólavsøku. Eisini fólk, sum annars velja at fara úr høvuðsstaðnum á ólavsøku.

Hví tey fara hini árini, veit eg ikki, tað kunnu tað vera so øgiliga nógvar orsøkir til.

Men eg kann ímynda mær, at fleiri teirra í ár velja at vera heima, júst tí hendan ólavsøkan verður so nógv øðrvísi, at tað skal upplivast.

Ólavsøkan er annars eitt heilt serligt kapittul í álmanakkanum. Ikki fyri øll, men fyri nógv. Onkur er, sum ikki orkar fyri henni, og friður verið við tí. Nógv onnur av okkum dáma væl ólavsøkuna og gleðast hvørja ferð hon nærkast.

Tað gera vit fyrst og fremst, tí ólavsøkan er okkara tjóðarhátíð. Líka so væl, sum Norðoyastevna markerar, ella tað gjørdi hon í øllum førum fyrr, at nú stendur summarið fyri durum, markerar ólavsøkan, at nú er summarið av álvara við at halla.

Hesi seinastu árini hava summarstevnurnar annars púrasta mist takið á føroyingum, sum nú heldur velja at fara á onkran av teimum mongu tónleikafestivalunum, sum hava stungið seg upp. Men eisini har, er hetta árið øðrvísi. Tí í ár hevur heldur ongin tónleikafestivalur verið.

Í heila tikið hevur einki summar verið í ár yvirhøvur. Og um nakrar fáar vikur er tað horvna summarið burtur.

Tað er ein løgin kensla at sita og hyggja aftur á nakað, sum útviklar seg, sum hetta árið hevur gjørt. Starvsfelagin her á blaðnum segði ein dagin, at man kann ikki lýsa nakað, sum er í ferð við at henda rundan um okkum. Tað svarar sum at skula skriva søguna um seinna heimsbardaga í 1940, og tað ber ikki til.

Tí hevur hann so inniliga rætt í. Og tí ber ikki til at siga nakað við vissu um nakað beint nú. Tað einasta, sum vit vita er, at vit vita øgiliga lítið.

Tó vita vit, at hetta verður eitt summar, sum vit fara at minnast leingi. Júst tí, alt broyttist. Men eisini tí hetta summarið vísti okkum, hvussu ríkt lív vit hava her á landi. Og tað sakna vit, tá vit ikki hava tað.