Klopp: Vit skulu ikki satsa uppá hendan hópin til 2050

Jürgen Klopp beiv tráspurdur um flytingargluggan hjá Liverpool til tíðindafunin undan uppgerðini í móti Wolverhampton í kvøld

Ragnar Sjúrðarson
17. januar 2023 kl. 12:04

Í kvøld skal kreppurakta Liverpool spæla returdyst í móti Wolverhampton um eitt pláss í fjórðu rundini í Fa Cup. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 2-2.

 Í tíðindafundinum í gjár fekk Liverpool venjarin, Jürgen Klopp, ikki óvæntað fleiri spurningar um flytingargluggan, sum letur aftur á midnátt 31 januar.

 Klopp váttaði fyri tíðindafólkunum, at Liverpool hyggur at nýggjum leikarum.

 -       Vit hyggja eisini eftir leikarum uttanfyri liðið. Vit satsa ikki uppá hendan hópin til 2050, svaraði týskarin um møgulig keyp í hesum mánaðinum.

 Liverpool spælur sum áður nevnt í kvøld á útivølli í móti Wolverhampton. Eftir fleiri vánalig úrslit í 2023, snúði spurningarnir hjá tíðindafólkunum í nógv størri mun um manglandi leikarakeyp, enn um komandi dystin.

 -       Um loysnin hjá okkum er uttanfyri núverandi hópin, og møguleikin er til staðar, so ynskja vit sjálvandi at heinta nýggjar leikarar sum styrkja um liðið.

 -       Vit hava eina rúgvu av spælarum sum hava sáttmála her, men teir eru skaddir í løtuni. Knýta vit fleiri spælarar at hópinum nú, so fáa vit ein trupulleika tá hinir verða til reiðar aftur.

 Liverpool venjarin er kendur fyri altíð at verja sínar leikarar. Tíðindafundurin í gjár var onki undantak.

 -       Hópurin hjá okkum er ikki ov smælur. Ja vit mugu styrkja okkum, eins og øll onnur, men er hetta rætta løtan? Tað dugi eg ikki at síggja.