Alexis Mac Allister hevur verið tann heilt stóra søgan í Liverpool, eftir at liðið nýliga tók seg úr dystinum um undirskriftina hjá Jude Bellingham.
24 ára gamla argentinska HM stjørnan sigst at vera til reiðar at binda seg til eina framtíð á Anfield, og tí hevur Liverpool fyrireikað eitt boð uppá lyklaleikaran hjá Brighton.
Sambært Mirror, fer boðið at liggja um einar £70 milliónir, sum svarar til 598 milliónir krónur.
Bæði Manchester United og Arsenal hava sýnt Mac Allister áhuga, men samráðingarnar millum Liverpool og Mac Allister sigast at vera komnar langt.
Um The Seagulls enda við at fáa £70 milliónir fyri Mac Allister, so er tað nakað av einum fíggjarligum yvirskoti, tí hann bleiv keyptur fyri einans £4 milliónir frá Argentinos Juniors aftur í januar 2019.