Klokkan 11 verður farið undir EM endaspælið

Nú verður fyrsti dystur í U20 EM-endaspælinum í Celje í Slovenia

Hondbóltssamband Føroya
10. juli 2024 kl. 10:20

Í dag byrjar U20 EM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Celje í Slovenia.

Ein broyting er í hópinum, sum av fyrstan tíð varð úttikin. Rói Thomsen hevur havt ein skaða at dragast við, og gjørdist hann tíverri ikki klárur til kappingina. Í hansara stað hava venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, úttikið Tóka Fríðriksson úr KÍF. Hópurin telur sostatt nú hesar leikararnar:

 

Málverjar:

Torstein Sivertsen, H71

Aleksandar Lacok, Neistin

 

Vinstri vengur:

Jákup Egholm, Ikast FS

Rói Seyer Hjaltason, H71

 

Høgri vengur:

Niklas Gaard, Neistin

Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

 

Strikur:

Tóki Fríðriksson, KÍF

Ísak Vedelsbøl, H71

 

Bakspælarar:

Óli Mittún, IK Sävehof

Helgi Poulsen, H71

Høgni Heinason, H71

Høgni Højsted, H71

Rókur Ziskason, H71

Búi D. Poulsen, Grindsted GIF

Trúgvi Hávardsson, StÍF

Tróndur Johnsson, VÍF

 

 

Føroyar eru komnar í ein sterkan bólk saman við Spania, Fraklandi og Sveis. Spania er hægst styrkismett í bólkinum, og eru teir verandi europa- og heimsmeistarar í hesum árganginum. Talan er um sera sterkan árgang hjá Spania, sum ikki hevur tapt nakran dyst í seinastu HM- og EM-kappingini. Føroyar taptu 35-25 fyri Spania í 2022. Føroyar eru styrkismettar nummar tvey í bólkinum og Frakland nummar trý. Føroyar vunnu 29-26 á Fraklandi í 2022 í U18 EM-endaspælinum. Føroyar hava ikki møtt Sveis áður.

Vinnarin úr hvørjum bólki kemur at spæla um plássini 1-8 saman við tveimum teimum bestu tvey´arunum, annar úr einum av bólkunum A, B og C, og hin úr einum av bólkunum D, E og F. Hesi liðini spæla um medaljur og eru tryggjaði HM-pláss í 2025.

Fýra teir verru tvey´ararnir koma víðari at spæla um plássini 9-16 saman við 4 teimum bestu trý´arunum. Hesi londini spæla eftirverandi HM-pláss, sum eru 7, møguliga 8, um Póllandi er í topp 15 í kappingini.

Tveir teir ringastu tríararnir og teir 6 fýrararnir koma at spæla um plássini 17-24. Hesi spæla um møguliga niðurflyting hjá U18, trý lið rykkja niður.

 

Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Mikudagin 10. juli kl. 11.00 Føroyar – Sveis

Hósdagin 11. juli kl. 15.40 Frakland – Føroyar

Leygardagin 13. juli 15.40 Spania – Føroyar

Dystirnir kunnu stroymast her og ber til at keypa sær atgongd at síggja allar dystirnar hjá Føroyum fyri 30 euro.

https://handball-globe.tv/m20-ehf-euro2024...