Klassamunur og nervar

Eins og væntað var klassamunurin týðiligur, tá unga føroyska hondbóltslandsliðið tók ímóti Danmark í dag. Nervarnir spældu eisini so stóran leiklut, at Føroyar høvdu sera ringt við at skora allan fyrra hálvleik og endaðu við einum 19-39-tapi.

Katrin Erlendsdóttir
10. oktober 2021 kl. 18:43

Undankapping til EM 2022: Føroyar-Danmark 19-39 (5-18)

Tað at Føroyar bara fingu fimm mál allan fyrra hálvleik og hini 14 í seinnu hálvu lýsir næstan allan dystin. Føroysku kvinnurnar fingu snøgt sagt næstan einki at rigga av berum nervum allan fyrra hálvleik, og 11 minuttir skuldu ganga, áðrenn fyrsta føroyska málið kom.

Verjan stóð illa, feilir komu ofta fyri, og eingir spælarar uttan Turið Arge Samuelsen útstrálaðu nakað sjálvsálit. Tað gekk illa at royna nakað merkisvert í álopsstøðu, og tá so verjan heldur ikki stóð væl, rapaðu donsku málini inn. Tó skal nevnast, at Annika Fríðheim Petersen enn einafarð stóð væl í føroyska málinum og fekk forðað fyri, at málmunurin ikki var enn størri.

Mótstøðan frá Danmark var hørð. Tær eru skjótar og sterkar og hava nógvar royndir. Tað vita vit, og tað vistu vit eisini áðrenn. Men vit vita eisini, at ungu føroysku kvinnurnar kunnu nógv meira á vøllinum, enn tær vístu fyrsta hálva tíman av dystinum.

Í seinna hálvleiki sá betri út. Nervarnir sóu út til at vera lagstir nakað, tá føroyska liðið kom frá hálvleiki, og sum frá leið fóru tær at skora. 14 mál í seinna hálvleiki sigur ikki einki. Danmark gjørdi nógvar útskiftingar, og fleiri spælarar sluppu at royna seg, meðan føroyingar royndu at hanga í og minka um málmunin. Í løtum eydnaðist tað eisini, og hóast stórtap í Høllini á Hálsi, eru fleiri gullkorn, sum vit kunnu taka við okkum frá hesum dystinum og frameftir. 

Føroyskir málskjúttar vóru:

Súna Krossteig Hansen 4, tvey teirra brotskøst

Turið Arge Samuelsen 3

Marianna Geirsdóttir Eystberg 3

Jana Mittún 3

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2

Maria Halsdóttir Weyhe 2, bæði brotskøst

Pernille Brandenborg 1

Bjarta Osberg Johansen 1