Klassamunur á Hálsi

StÍF vann greitt á Neistanum

Dan Lamhauge
17. apríl 2021 kl. 20:28

Heldur óvæntað megnaðu bæði Neistin og StÍF at vinna seg í finaluna í bestu kvinnudeildini í hondbólti. Í innleiðandi kappingini lógu Kyndil og H71 betur fyri, men megnaðu ikki at vinna seg víðari úr hálvfinalunum.

So skuldi ein kanska trúð, at talan fór at vera um minni áhugaverdar finalur. Men, tær gitingarnar eru gjørdar so ruddiliga til skammar.

Fyrsta dystin í Havn vann StÍF við einum. Haruka Gima leikti meistarliga, men fekk ein skaða, og tað mundi gingið galið. Tá av tornaði vunnu tær úr StÍF við einum máli.

Annar dysturin varð leiktur á Skála. Hesaferð gjørdist aftur tætt og spennandi, og endin var, at Neistin vann við einum.

Í kvøld varð so triði finaludysturin leiktur. Hesaferð hevði Neistin heimavøll í høllini á Hálsi, men tað vísir seg ikki at vera nakar fyrimunur at hava heimavøll.

StÍF legði bragdliga fyri, og tað gekk út av lagi illa hjá neistakvinnum at skora mál. Tað gingu meira enn 15 minuttir, áðrenn Neistin fekk triðja málið. Stóra orsøkin til tað var, at í málinum hjá StÍF stóð ein sannur japanskur múrur, Momono Nakamura. Fyrstu 25 minuttirnar tók hon mest sum alt, og StÍF kundi gera sær dælt av skjótálopum og løgdu seg á odda 13-5 og tað var um tað lagið, at dysturin var avgjørdur longu í fyrra hálvleiki. Men, so fingu strandakvinnur tríggjar útvísingar upp í slag, og tær kostaðu. Verjan gjørdist opin sum ein opnahjallur og álopið steðgaði heilt upp. Neistakvinnur fingu mótið aftur, og vunnu seg inn aftur í dystin, so at støðan í hálvleikinum gjørdist 13-9 til StÍF.

So skuldi man roknað við, at Neistin fór at koma inn til seinna hálvleik við fullari skrúvu. Tær royndu eisini sítt, men StÍF var ógvuliga væl skipað í verjupartinum, og tá so Nakamura tók tað, sum kom ígjøgnum og setti hon ferð á kontramaskinuna hjá StÍF, so gjørdist tað skjótt greitt, hvønn veg tað bar. Eisini riggaði strikuspælið væl, og Poula Berg gjørdist toppskjútti við 7 málum. Tá samanum kom, gjørdist tað ein trivaligur 27-20 sigur til StÍF móti Neistanum á Hálsi.

Skulu neistakvinnur gera sær tankar um at vinna fjórða dystin, sum verður leiktur á Skála mikukvøldið, mugu tær finna fram til, hvussu tær skulu steðga kontramaskinuni hjá StÍF, sum í kvøld var serliga væl smurd og tryggjaði strandakvinnum ein flottan sigur.