FSF:
Í kvøld klokkan 19:00 er síðsti dystur í grundspælinum í Betrideildini hjá kvinnum á skránni. Við Løkin í Runavík fær NSÍ vitjan av FC Hoyvík, og tá dómarin floytar av hava øll liðini í kappingini møtt hvør øðrum tvær ferðir.
Men hóast ein dystur er eftir at spæla, so er greitt, hvørji lið fara at mynda ovara bólkin, og dystast um FM, og hvørji verða í niðari bólkinum, nú endaspælið fer í gongd.
Í ovara bólkinum eru HB, KÍ, NSÍ og Víkingur, meðan liðini í niðara bólkinum eru B36, FC Hoyvík, Skála og TB/FCS/Royn.
Og sambært dystaskránni, so verður lagt fyri leygardagin 31. august, tá KÍ og NSÍ hittast á Djúpumýru í Klaksvík. Síðani eru hinir dystirnir í 1. umfari í endaspælinum á skránni sunnudagin 1. september.
Landskappingin hjá kvinnum endar leygardagin 19. oktober.