Kláraði ikki runt í rundkoyringini
Hjá nógvum gongur illa at koyra beint fram við kenning. Í rundkoyringum er upp aftur verri
Áki Bertholdsen
3. november 2023 kl. 09:45
Í gjár fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp var hent í Klaksvík. Óhappið var í rundkoyringini mitt í býnum. Ein bilur var á veg í gjøgnum rundkoyringina – men hann kláraði ikki runt og endaði rendi á mitt í rundkoyringini.
Og tað var tað kanska ein ávís orsøk til, tí tá ið løgreglan kom á staðið, fingu fingu tey so sterkan illgruna um, at bilførarin hevði kenning, at hann varð førdur til lækna at taka blóðroynd.
Bilførarin er nú skuldsettur fyri rúsdrekkkoyring. Sjálvur fekk hann ikki mein í óhappinum, men bilurin fekk nakað av skaða.