Klaksvíkingur vann í dag ársins fyrsta FM kappróður. Tann fyrsta FM kappingin er altíð á norðoyastevnu í Klaksvík. Undantakið var í 2021, tá ið korona var orsøkin til, at kappróðurin í Klaksvík ikki var fyrr enn 24. juli. Annars er norðoyastevnan og fyrsta FM kappingin altíð um mánaðarskiftið mai/juni.
Kappróðrardagurin hjá klaksvíkingum var stórur í dag. Teir vunnu fimm kappingar. Í Fípuni Føgru vunnu teir barnaróðurin hjá dreingjum, dreingjaróðurin millum teir 17 – 18 ára gomlu og kvinnuróðurin. 8-mannafarið Nevið Reyða vann, og so vann Klaksvíkingar.
Síðani aldarskiftið hevur Klaksvíkingur vunnið níggju FM heiti í kappingini millum 10-mannafør. Hóast góðu úrslitini, so hevur tað gingið striltið at vinna á norðoyastevnu.
Klaksvíkingur hevur vunnið FM í 2006, 2009, 2011, 2012, 2013, 2015, 2017, 2021 og 2022.
Á norðoyastevnu hevur Klaksvíkingur vunnið í 2011, 2012, 2017 og 2021. Í fjør tapti Klaksvíkingur í sera spennandi rórði ímóti Norðingi, sum klaksvíkingar í dag vunnu ímóti.
Tað eru 50 ár síðani, at tað varð farið undir at kappast um FM eftir tí skipan, sum tað framvegis verður kappast eftir.
Tá ið tað í 2011 loksins eydnaðist Klaksvíkingi at vinna FM kappróður á norðoyastevnu, var tað fyrsta ferðin í 41 ár, at 10-mannafarið hjá klaksvíkingum vann á norðoyastevnu. Í 1970 vann spildurnýggjur Klaksvíkingur við blaðungari manning á norðoyastevnu.