Undan síðsta kappróðrinum í 2023 var tað greitt, at 10-mannafarið hjá klaksvíkingum fór at vinna FM, um báturin ikki í dag varð kolldømdur ella av øðrum ávum ikki rakk á mál.
At vinna FM er sín søk, og at vinna FM við sigri á ólavsøku er ein onnur søk.
Í summar hava Norðingur og Klaksvíkingur kappast um sigrarnar, og Vestmenningur hevur verið triði báturin. Aftur í dag endaði Vestmenningur á triðja plássi. Gestaluttakarar vóru Havnarbáturin og Nólsoyingur, sum endaðu á ávikavíst fjórða og fimta plássi.
Klaksvíkingur var stívliga tvey sekund undan Norðingi á mál. Norðingur var undan grannanum og kappingarneytanum í startinum. Men áðrenn bátarnir vóru á Molanum, hevði Klaksvíkingur fingið stavnin undan Norðingi, og so tóktist tað sum um, at klaksvíkingar høvdu tak á róðrinum. Fram ímóti málinum var munurin ein hálv bátslongd ella so.
Hetta er 10. ferðin, at Klaksvíkingur vinnur FM heitið. Merkisvert er tað, at øll tíggju FM heitini eru vunnin síðani túsundáraskiftið - í 2006, 2009, 2011, 2012,2013, 2015, 2017, 2021, 2022 og 2023.
Merkisvert er tað eisini, at Klaksvíkar Róðrarfelag í ár hevur vunnið fimm FM heiti. Umframt við 10-mannafarinum Klaksvíkingi, so hava klaksvíkingar vunnið FM við 8-mannafarinum Nevinum Reyða, 5-mannafarinum Fípuni Føgru við kvinnum, 5-mannafarinum Fípuni Føgru við dreingjum 17 – 18 ár og Fípuni Føgru við dreingjum í barnaróðrinum.