Klaksvíkingar forvinna meira enn havnarmenn í miðal

Eftir drúgvan turk kláraði KÍ í fjør endiliga at vinna meistaraheitið aftur. Men tað er ikki bara á fótbóltsvøllinum, at tað gongur væl. Eisini búskaparliga hevur Klaksvíkin havt undanvind seinastu tíggju árini, og nú er miðallønin í Klaksvík hægri enn miðallønin í Havn

Sveinur Tróndarson
18. oktober 2020 kl. 13:50

Tað gongur væl í Norðoyggjum. Har fyllir fótbólturin ómetaliga nógv og allir – ella næstan allir – klaksvíkingar fylgja sera væl við, hvussu tað gongur bláa fótbóltsfelagnum í Klaksvík.

Óndar tungur vilja vera við, at tað eru pengasterku fyritøkurnar í Norðoyggjum, ið skulu takkast fyri sigursrøðina hjá KÍ seinnu árini. Og nú KÍ í summar hevur skorað kassan við søguliga góðari úrtøku úti í Evropa, hava somu røddir róð framundir, at lokalu stuðlarnir næstan áttu at fingið pening afturgoldnan við rentum.

Men vit sum ynskja at teljast við í bláu bylgjuni taka í staðin undir við rómandi sanginum hjá fjepparunum við Djúpumýru: ”Hvørjum skal eg siga takk, siga takk, siga takk? Mikkjal Thomassen!”

Tí tað er onki nýtt, at fótbóltsliðið í fiskivinnuhøvuðsstaðnum hevur notið stóra uppbakking í lokaløkinum. Meðan HB í høvuðsstaðnum nokk so sigandi hevur Lavazza – einamest brúkt til kaffi latte – sum bringuprýði, kappast búmerkini hjá stóru fiskivinnufyritøkunum um bestu plássini á bláu fótbóltsblusuni.

Seinastu fimm árini hevur Mikkjal Thomassen megnað at umsitið fíggjarliga tilfeingið á ein slíkan hátt, at klaksvíkingar næstan eru stoltari av sínum fótbóltssynum enn av innløgumonnunum í fiskivinnuni, skrivar Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, í búskapargreining síni hesa vikuna.

- Men bara næstan, tí hóast fótbóltsúrslitini kunnu tilskrivast Mikkjal, kann fíggjarligi framburðurin í Klaksvík í stóran mun forklárast við øktum inntøkum í høvuðsvinnuni. Herfyri greinaðu vit støðuna á bústaðarmarknaðinum í Suðuroynni, Eysturoynni og Sandoynni við støði í hagtalsligum greiningum frá Betri Banka av gongdini í sonevndu bústaðarbyrðuni. Bústaðarbyrðan verður allýst sum parturin av inntøkuni eftir skatt, sum fer til at rindað bústaðarútreiðslur fyri, skrivar hann.

Lesið alla greinina í blaðnum, sum fæst til keyps í sølubúðunum ella, sum kann lesast í haldarapartinum her á dimma.fo:

- Klaksvíkingar spola frá havnarmonnum – eisini í lønarkrónum