Klaksvíkar kommuna sóknast eftir hugskotum til Virkið Vár

Virkið Vár er aftur á skrá og verður í ár í døgunum 27. apríl - 4. mai 2024

Tíðindaskriv - Klaksvíkar kommuna
14. mars 2024 kl. 09:00

Virkið Vár er aftur á skrá og verður í ár í døgunum 27. apríl - 4. mai 2024. Á sama hátt sum udanfarin ár, so verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum skulu eggja borgarum at brúka m.a. býarrúmið og náttúruna til at vera virkin saman og hugbundin. 

Hugskot til skránna eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við átakinum er nevnliga at sjónliggera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum. Men eisini at lata upp fyri hugskotum frá borgarum, um ynski er at samstarva við kommununa um eitt hvørt, sum stuðlar hesum endamáli. 

Á henda hátt fær kommunan bæði verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, men eisini møguleika at menna nýggj og spennandi tilboð saman við borgarum, vinnuni og áhugafelagsskapum.  

Kunning um tiltøk, sum ynski er at fáa við í skránna, skulu boðast frá í seinasta lagi mikudagin 19. apríl.

Boða frá her: Virkið Vár 2024