Klaksvíkar kommuna sent hoyringsskriv um gongd í haga

Kommunan hevur sent hoyringsskriv til Vinnumálaráðið

Mynd: Klaksvíkar kommuna
Fríðmundur Nattestad
26. februar 2024 kl. 13:00

- Í samband við lógaruppskotið um 'Burðardygga ferðavinnu', hevur Klaksvíkar kommuna sent hoyringsskriv til Vinnumálaráðið. Hoyringarskrivið er grundað á umrøður í teimum staðbundnu nevndunum í Klaksvíkar kommunu, felags fundi millum kommunustýrislimir í Norðoyggjum og innanhýsis viðgerð í Klaksvíkar kommunu, boðar Klaksvíkar kommuna frá í dag, á heimasíðu sínari.

- Grundleggjandi vil Klaksvíkar kommuna staðiliga mæla til greiðan skilnað í uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur. Henda aðalregla verður als ikki fylgd í hesum uppskoti.

- Harafturat verður mett, at náttúruverndargjaldið er alt ov lágt til at fíggja uppgávurnar, sum í hesum uppskotið verða lagdar verða á kommunurnar. Eftir hesum leisti hevði parturin hjá Klaksvíkar kommunu verið á leið 500.000 kr. Hetta er ein sera lág upphædd við atliti at teimum skyldum, sum lógaruppskotið leggur á kommununa. Henda upphædd røkkur als ikki til tað arbeiðið, sum kommunan skal gera, verður sagt úr Klaksvíkar kommunu.

Hoyringsskrivið kann lesast her.

Fylgiskriv kann lesast her.