Klaksvíkar HF-skeið skipar fyri 50 ára haldi
Skipað verður fyri almennari kvøldsetu nú mikukvøldið klokkan 19
Jonhard Hammer
8. oktober 2024 kl. 20:50
Í ár eru fimmti ár síðan Klaksvíkar HF-skeið varð sett á stovn. Síðan 1974 hevur skúlin verið eitt týðandi útbúgvingartilboð í norðurøkinum,
Mikukvøldið 9. oktober kl. 19 verður bjóðað til almenna kvøldsetu á Klaksvíkar HF-skeið á Mýruvegi 2 í Klaksvík.
Høvi er, at tað í august vóru 50 ár síðani, at tað fyrstu ferð var upptøka av næmingum í Klaksvíkar HF skeiði.
Á skránni verður m.a.
Rektarin bjóðar vælkomin
Sangur
Jóannes Hansen, lektari og lærari á skúlanum í nógv ár, hevur fyrilestur um HF
Sangara
Prát við lærarar
Prát við fyrrverandi næming
Orðið frítt
Okkurt til matna
Øll eru hjartaliga væl komin!