Klagaði óteljandi ferðir um larm - fekk einki greitt svar

Klaksvíkar kommuna fær átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni fyri klagur um larm

Bústaðarbygging og ídnaðarhavnir eru ikki serliga paralig
Áki Bertholdsen
12. januar 2024 kl. 13:00

Løgtingsins Umboðsmaður hevur givið Klaksvíkar kommunu eiga átalu fyri mátan, tey hava viðgjørt klagur um larm upp á.

Tað er eitt fólk, sum býr bústaðarøkinum oman fyri Norðhavina í Klaksvík, sum hevur klagað um larm, bæði fyri sjálvt og fyri onnur

Viðkomandi sigur, at býráðið hevur fingið óteljandi klagur hesi seinastu seks árini, men tað hevur alt verið til fánýtis. Klagarin følir ikki, at býráðið leggur nakað í klagurnar.

Sostatt varð málið lagt fyri Løgtingsins Umboðsmann og hann hevur givið Klaksvíkar kommunu eina átalu. Átalan er givin tí býráðið kundi ikki skjalprógva, at klagarin hevði fingið greið boð um, hvat kommunan fór at gera í sambandi við áheitanirnar. Og tað er ikki í samsvaraði við góðan fyrisitingarsið.
Umboðsmaðurin minti býráðið á, at tey hava skyldu til at svara og journalisera samskifti, og Løgtingsins Umboðsmaður heitti samstundis á kommununa um at leggja upp fyri tí, at býráðslimir fáa áheitanir á privatum samskiftismiðlum.

Klagurnar snúgva seg um larm frá virkseminum á havnarøkinum í Norðhavnini. Klagararnir siga, at har er ikki náttarfriður og fólk noyðast at rýma heimanífrá fyri at fáa blund í eyguni.
Klaksvíkar kommuna upplýsti, at í flestu førum settu tey seg í samband við fráboðar í telefon, men hesar telefonsamrøðureru ikki skrásettar.
– Umboðsmaðurin fekk ikki mett um, antin Klaksvíkar kommuna hevði givið klagaranum eina nóg greiða afturboðan í sambandi við mongu áheitanirnar um óljóð, ið klagarin hevði sent kommununi. Men kommunan kann ikki skjalprógva, hvat tey hava gjørt.

Umboðsmaðurin vísti eisini á týdningin av, at kommunan hevur eina greiða mannagongd fyri hvør, ið hevur ábyrgdina av at svara einari áheitan, ið verður send kommununi, soleiðis at áheitanir ikki detta niðurímillum.
Umboðsmaðurin viðgjørdi eisini leiklutin hjá Klaksvíkar kommunu sum eftirlitsmyndugleiki á umhvørvisverndarøkinum.
Undir viðgerðini kom fram, at óljóð frá skipum er fevnt av einari felagskommunalari reglugerð, ið kom í gildi í 2021 - men henda reglugerð fevnir ikki um óljóð frá frystibingjum á havnarøkinum.
Í 2011 gjørdi  Umhvørvisstovan eina vegleiðing um, hvussu markvirði kunnu verða sett fyri óljóð frá virksemi, eitt nú á einum havnarøki. Men tað er ivasamt, um kommunurnar høvdu neyðugan kunnleika til at fylgja hesa vegleiðing. 

Umhvørvismálaráðið hevur upplýst fyri umboðsmanninum, at tey skuldu heita á Umhvørvisstovuna, um at veita kommununum kunning um vegleiðingina.

Samstundis mælir Løgtingsins Umboðsmaður Klaksvíkar kommunu til at gera mannagongdir og reglugerð um óljóð í sambandi við virksemi, har Klaksvíkar kommuna er eftirlitsmyndugleiki.