Løgreglan í Havn sigur at síðani skúlarnir fingu summarferiu, eru fólk farin at klaga um, at ungfólk eru farin at samlast um kvøldarnar og um næturnar í tí tey eru farin at kalla Amerika.
Tað er plássið undir Mariukirkjuni hjá katolikkunum, norðan fyri Sankta Frans Skúla. Grannar hava ringt til løgregluna, at tey samlast har og tey hava illgruna um, at onkur av teimum roykir hassj og at tey drekka.
Løgreglan sigur, at hetta er eitt pláss, tey fara at halda eyga við fyri at vita, hvat tað er, sum gongur fyri seg.
Tey siga, at er talan um blaðung fólk, sum ganga úti seint á kvøldið, ella um náttina, hava tey skyldu at boða barnaverndini frá.
Løgreglan sigur, at tey hava skerpaða fráboðanarskyldu í slíkum førum, so tey skulu boða barnaverndini frá, tá ið tey koma fram á blaðung fólk, sum ganga úti og mala seint á kvøldið og um náttina.
Tey siga, at hetta er eitt, tey fara at hava eitt serliga gott eyga við nú tað er bæði tórsfest og ólavsøka um vikuskiftið.